Regattain í ár er tann fyrsta, sum Jógvan í Skorini hevur sett.
- Tað var ein stuttlig uppgáva, sigur borgarstjórin á Eiði um sína fyrstu regattarøðu.
Jógvan er ikki í iva um týdningin av eini slíkari regatta fyri bygdina.
- Á eini bygd sum Eiði eru ikki so mong tiltøk gjøgnum ár og dag. Tískil er tað altíð gleðiligt, tá fyriskiparar av ymsum tiltøkum ynskja at leggja tey her, sigur Jógvan.
- Regattain hevur eisini gingið avbera væl. Nógv fólk vóru komin saman fyrr í dag, og veðrið vísti seg frá síni bestu síðu. Tað var ótrúliga stuttligt at síggja ikki bara eiðisfólk, men eisini avbygdafólk.
Sjálvur náddi borgarstjórin ikki at sigla á regattaini í dag.
- Eg havi eina aðra uppgávu í kvøld, har eg skal halda røðu í Gøtu, so tað lá tíverri ikki fyri.
- Einaferð havi eg tó verið á regatta. Tá varð eg avmyndaður í einum fýramannafari, og var tað sjálvsagt eitt gott upplivilsi, sigur Jógvan.
Regattain er ikki einasta tiltakið, sum verður á Eiði í ár. Í november fer Eiðis kommuna at skipa fyri heystfagna, har alt við sambandi til heystið verður fagnað. Tiltøkini fara at snúgva seg um seyð, seyðarhøvd, fletting, speril, eplir og nógv annað. Meira um tiltakið verður sjálvsagt at hoyra um seinni.