Tyrlan hjá Atlantsflogi verður ikki bara brúkt til at flúgva við ferðafólki og farmi og til at hjálpa bjargingartænastuni, tá ið óhapp og vanlukkur henda.
Ein týðandi partur av flúgvingini hjá Tyrluni hjá Atlantsflogi er sjúkraflutningur.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic verður javnan boðsend til sjúkraflutning millum oyggjarnar, staðfestir MRCC
Talan er oftast um sjúkraflutning frá plássum, har vánaligt veg- ella skipasamband er til meginøkið.
Higartil hevur tyrlan verið 11 ferðir á flogi í samband við sjúkraflutning frá útoyggjunum til Landssjúkrahúsið og flogvøllin í Vágum.
Seks ferðir var talan um sjúkraflutning av Suðuroyar Sjúkrahúsi á Landssjúkrahúsið og einaferð var talan um flutning av Suðuroyar Sjúkrahúsi á flogvøllin í Vágum.
Tvær ferðir hevur tyrlan verið í Hesti eftir sjúklingi til Landssjúkrahúsið og tvær ferðir hevur hon verið í Sandoy eftir sjúklingi til Landsjúkrahúsið.
Bara so seint sum mikudaghin flutti tyrlan tveir sjúklingar á Landssjúkrahúsi, annan av Suðuroyar Sjúkrahúsi og hin úr Hesti.
Annars hevur tyrlan flutt hesar sjúklingar í ár.
24. januar: Úr Skálavík á Landssjúkrahúsið.
19. februar: ÚR Froðba á Landssjúkrahúsið.
8. mars: Av Sandi á Landssjúkrahúsið.
12. mars: Av Suðuroyar Sjúkrahúsið á Landssjúkrahúsið.
9. Apríl: Úr Froðba á Landssjúkrahúsið.
15. apríl: Úr Hesti á Landssjúkrahúsið.
16. Apríl: Av Tvøroyri á flogvøllin í Vágum.
20: Apríl: úr Froðba á Landssjúkrahúsið.
7. mai: Av Suðuroyar Sjúkrahúsi á Landssjúkrahúsi.
16. mai: Av Suðuroyar Sjúkrahúsi á Landssjúkrahúsið.
16. mai: Úr Hesti á Landssjúkrahúsið.