U-17 landslið
Í gjár fór U 17 fótbóltslandsliðið av landinum. Ørindini eru at taka lut í EM undankappingarbólki. Kappingin verður í Portugal. Umframt vertunum skulu Føroyar spæla móti Týsklandi og San Marino.
Fyrsti dysturin verður móti Týsklandi fríggjadagin. Næsta avbjóðingin verður móti Portugal sunnudagin, og tá ið Føroyar og San Marino fara at spæla týsdagin verður tað ivaleyst stríð um at sleppa undan aftasta plássinum.
Spælararnir, sum eru boðsendir, eru Rógvi Holm og Rógvi Poulsen, AB, Jóan P. Jakobsen, Johan Ellingsgaard, Rúnar L. Jacobsen og Rasmus Nielsen, B36, John Hammer, Álvur Christiansen, Ari Samson, Eli Simonsen, Hans Jørgensen og Páll Klettskarð, KÍ, Erling Jacobsen, GÍ, Heri Nesá, Filip Jacobsen og Klæmint A. Olsen, NSÍ, Henning Joensen, VB, og Torkil Kollsker, OB, Danmark.
Venjarar eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen.
U 17 landsliðið luttók fyrstu vikuna í august í NM kappingini. Tá endaði liðið á sætta plássinum millum átta luttakarar. Føroyar greiddu javnleik 1-1 móti bæði Svøríki og Finnlandi, meðan dysturin móti Onglandi endaði við 7-0 tapi. Í stríðnum um fimta plássið vann Noreg 1-0 á Føroyum.