U20 EM: Føroyar vunnu sannførandi á Ísrael

U20 manslandsliðið vann sjeymálssigur á Ísrael

Mynd: HSF

Dysturin í bólki K í niðara bólkaspælinum í U20 EM-endaspælinum millum Føroyar og Ísrael endaði við greiðum sigri til Føroyar.

 

Okkara menn vunnu dystin 36-29. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-14.

 

Føroyar skoraðu upp á 36 av 51 málmøguleikum. Ísrael skoraði upp á 29 av 44 málmøguleikum.

 

Í morgin klokkan 11 spæla Føroyar móti Ukraina.

 

Málskjúttar Føroyar:  Óli Mittún 10/17, Óla Jákup Gaard Hansen 5/5, Jákup Egholm 5/5, Trúgvi Hávardsson 5/7, Niklas D. Gaard 4/5, Helgi Poulsen 3/3, Høgni Heinason 1/1, Búi Poulsen 1/1, Tóki Fríðriksson 1/1, Ísak Vedelsbøl 1/2. 

 

Bjargingar:  Aleksandar Lacok bjargaði 8 av 28 málroyndum. Torstein Sivertsen bjargaði 2 av 11 málroyndum. 

 

Mynd: HSF