U21-landsliðið úttikið

Um hálva aðru viku skal føroyska U21-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð er talan um tveir heimadystir, og hava venjararnir nú úttikið 22 leikarar til uppgávurnar

Fríggjadagin 1. juni, kl. 19:00, spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Makedonia, og fýra dagar seinni, týsdagin 5. juni, somuleiðis kl. 19:00, skulu ungu føroyingarnir royna seg ímóti Serbia. Báðir dystirnir verða spældir á Ovara Vølli í Gundadali.
Føroyar eru á aftasta plássi í bólki 4, har Serbia er farið til stroks við Danmark í hølunum. Føroyar hava eitt stig fyri fimm dystir, og kom tað í hús eftir málleysan javnleik ímóti Norðurírlandi á Ovara Vølli 31. mei í fjør.
U21-landsliðsvenjararnir, Heðin Askham og Bill M. Jacobsen, hava úttikið hesar 22 leik­arar til dystirnar:

HB: Rógvi S. Holm, Hallur Hansson og Teitur Gestsson
ÍF: Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni og Jan Ellingsgaard
B36: Róaldur Jacobsen og Høgni Eysturoy
B68: Hans Jørgensen og Andre Olsen
KÍ: Páll Klettskarð og Sørmundur Á. Kalsø
NSÍ: Kristian Joensen og Klæmint A. Olsen
Víkingur: Erling Jacobsen og Kaj Leo í Bartalstovu
FC Suðuroy: Heini Vatnsdal
TB: Gilli Sørensen
Brøndby IF (DK): Rene S. Joensen
FC Fyn (DK): Viljormur Davidsen
Vejle (DK): Bogi R. Petersen
Viking (NOR): Jóan Símun Edmundsson