U21-landsliðið: Ólavur gevur øllum hópinum afturval

U21-landsliðið møtir Fraklandi og Sveis í EM-undankappingardystum á heimavølli

Føroyska U21-landsliðið hevur fult stigatal, níggju stig fyri tríggjar dystir í EM-undankappingarbólki C aftaná sigrar á Estlandi, Íslandi og Luksemborg.

 

Fríggjadagin 10. oktober klokkan 17 spæla okkara móti Fraklandi á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Týskvøldið 14. oktober klokkan 18 verður spælt móti Sveis á Tórsvølli.

 

U21-landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen hevur givið endurval til allan hópin, ið vann á útivølli 2-1 á Íslandi og 1-0 á Luksemborg.

 

Málverjar:

 

Rasmus Olsen, FC Suðuroy

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

 

Verjuleikarar:

Aron Reinert Hansen, B68 Toftir

 

Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir

Jónas Prior, 07 Vestur

Ingi Arngrímsson, Víkingur

Virgar Jónsson, EB/Streymur

Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF

Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri

 

Miðvallarar:

Jógvan K. Gullfoss, B36 Tórshavn

Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)

Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)

Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn

Hanus Højgaard, B68 Toftir

Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

 

Álopsleikarar:

Jóhan Josephsen, B68 Toftir 

Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

Dávid Reynheim, Torino (ITA)