Tað er ovurhondsstór uppgáva, sum føroyska U21-landsliðið skal í holt við í dag klokkan 17.45 á Tórsvølli. Mótstøðuliðið eru verandi EM-vinararnar, sum millum annað telur spælarar sum Riqui Puig og Pedri, sum báðir hava verið á vøllinum fyri FC Barcelona í hesum kappingarárinum.
Fyri fyrstu ferð í 13 ára søguni hjá føroyska U21-landsliðnum, skulu okkara ungu spælarar takast við Spania. A-landsliðið hevur tvær ferðir verið í bólki saman við Spania. Til HM-endaspælið í 1998 vóru Føroyar í bólki saman við Spania, sum vann 6-2 á Svangaskarði og 3-1 í Gijón í Spania. Til farnu EM-undankapping vóru vit aftur í bólki saman við Spania, sum vann 4-1 á Tórsvølli og 4-0 í Gijón, sum aftur legði gras til føroyska landsliðið.
Uppgávan hjá føroyska liðnum er stór, men til U21-landsliðsúttøkuna sá føroyska liðið avbera sterkt út. Síðani eru tíverri seks avboð komin. Teirra millum eru Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen og Hannes Agnarsson hava allir givið avboð.
Í teirra stað eru komnir komnir Jákup Nolsøe Olsen, ÍF, Pætur Skipanes, NSÍ, Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur, Hanus Sørensen, FC Midtjylland og Dann Fróðason, 07 Vestur. Eisini eru Daniel Johansen og Adrian Justinussen, báðir úr HB, við U21-landsliðnum hesaferð. Teir vóru við A-landsliðnum seinast.
Føroyska landsliðið hevur fyrr spælt móti elituni í U21-landsliðshøpi. Millum annað til EM-undankappingina í 2015 og 2017, tá vit báðu ferðirnar spældu móti Týsklandi. Spanska U21-landsliðið hevur fimm-faldur vinnari av EM. Teir vunnu kappingina í 1986, 1998, 2011, 2013 og 2019.
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.