Men samstundis staðfestir Uefa, at álitið á bæði Infantino og Fifa hevur fingið ein álvarsligan skaða.
– Hetta er ein sigur fyri allan fótbóltsheimin. Men hetta má ikki verða endin á søguni. Uppskotið er burtur, men arbeiðið at endurreisa álitið á Fifa er júst byrjað, skrivar Uefa á heimasíðu síni.
Fifa kunngjørdi fyrr í vikuni ætlanina um at stovna handilsliga felagið Fifa Forward Enterprise (FFE), har privatir íleggjarar skuldu kunna keypa partar av rættindunum til kappingarnar hjá Fifa.
Uppskotið møtti harðari mótstøðu frá fleiri heimspartasambondum, og Uefa hótti við at boykotta HM og aðrar Fifa-kappingar, um ætlanin varð framd.
Leygarnáttina boðaði Gianni Infantino frá, at Fifa hevði lagt ætlanina á hillina.
Kortini heldur Uefa, at Fifa hevur ein langan veg eftir at vinna álitið aftur.
Sambært Uefa livir Gianni Infantino ikki upp til ta gjøgnumskygni og opinleika, sum hann lovaði, tá hann varð valdur til forseta.











