Ukraina kann brúka vest­ur­lendsk vápn uttan fjar­støðu­av­mark­ing­­ar

- Tað eru ikki longur nakrar fjarstøðuavmarkingar á vápnum, sum verða latin Ukraina, sigur Friedrich Merz.

Merz sigur, at "vit fara at gera alt, sum er í okkara valdi, fyri framhaldandi at stuðla Ukraina, eisini hernaðarliga". - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Týskland og onnur vesturlendsk sameind lond hava avtikið fjarstøðuavmarkingarnar fyri nýtslu av langtrøkkandi vápnum hjá Ukraina móti Russlandi.

 

Tað sigur týski kanslarin, Friedrich Merz, í samrøðu, sum varð almannakunngjørd dag.

 

- Tað eru ikki longur nakrar fjarstøðuavmarkingar fyri vápnum, sum verða latin til Ukraina - hvørki av bretum, fraklendingum, okkum ella amerikanarum, sigur hann í samrøðu, við týska kringvarpið WDR.

 

- Hetta merkir, at Ukraina nú kann verja seg - til dømis við at leypa á hernaðarlig støð í Russlandi. Við sera fáum undantøkum kundi Ukraina ikki tað fyrr enn fyri stuttum. Nú kann tað gera tað.

 

Í svarinum sigur Russland, at ein slíkt stig fer at skerja royndirnar at fáa vápnahvíld.

 

Merz, sum gjørdist kanslari fyrr í hesum mánaðinum, sigur eisini í samrøðuni, at "vit fara at gera alt í okkara valdi fyri framhaldandi at stuðla Ukraina, eisini hernaðarliga".

 

Ritzau/AFP

 

Merz sigur, at "vit fara at gera alt, sum er í okkara valdi, fyri framhaldandi at stuðla Ukraina, eisini hernaðarliga". - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix