Ukraina rakar mest vardu økir í Russlandi

- Ukrainsku álopini á Wildberries geva russum stórar avbjóðingar, sigur norski serfrøðingur í loftkríggi, Lars Peder Haga

Serfrøðingurin, Lars Peder Haga, sum starvast við norska Luftkrígsskúlan, er ovfarin av ukrainsku álopunum langt inni í Russlandi.

 

Hann vísir á, at ukrainar brúka snýti-dronur og framkomnar álopsprofilar fyri at metta og sleppa undan russisku loftverjuni.

 

Bara seinastu vikuna hevur Ukraina framt fleiri álop langt inni í russiskum øki. 

 

Ukrainski dronu-serfrøðingurin, Robert "Magyar" Browdi, hevur sagt, at Ukraina kundi havt rakt sjey ferðir so nógv mál í Russlandi, um stuðulin frá sameindum hevði komið skjótari.

 

Mikunáttina í hesi vikuni vórðu fleiri krígsskip rakt í ukrainskum álopum, tveir kornterminalar og ein terminalur til oljuútflutning.

 

Leygardagin raktu ukrainskar krússararakettir russisku rakett-og rúmdarmiðstøðina, sum liggur 900 kilometrar úr ukrainska markinum.

 

Síðstu nátt varð hernaðarliga undirstøðukervið í russisku Rostov-regiónini rakt, og ukrainar sendu eisini eitt ótal av dronum eftir Moskva-regiónini.

 

##med2##

 

Á Moskva-leiðini var ein risastórur Wildberries-bygningur raktur, og hann stóð í ljósum loga, soleiðis sum myndirnar á hesi síðuni vísa.

 

Lars Peder Haga vísir í samrøðu við tv2.no á, at bygningurin liggur í útryðjuni av Moskva, og at Moskva er best varda øki í Russlandi.

 

Síðan ukrainar fóru undir málrættaðu álopini á Wildberries í byrjanini av juli, eru eini 20 støð hjá risafyritøkuni rakt.

 

Í ukrainska verjumálaráðum verður sagt, at sjey av tíggju av teimum størstu russisku Wildberries-miðstøðunum eru gjørdar óvirknar.

 

##med3##

 

- Ukrainsku álopini á Wildberries geva russum stórar avbjóðingar, sigur norski serfrøðingur í loftkríggi.

 

Lesið alla greinina hjá tv2.no á leinkjuni her niðanfyri -

 

https://www.tv2.no/nyheter/rammer-det-aller-mest-beskyttede-omradet-i-russland/19133824/

 

##med4##

 

 

 

Lars Peder Haga