Ukraina væntar at vinna kríggið fyri nýggjár

Gongur sum fregnartænastustjórin hjá Ukraina væntar, so hevur Ukraina tamarhald á øllum landinum, eisini Krim, innan nýggjár.

 

(Arkivfoto) - Foto: Alexei Alexandrov/Ritzau Scanpix

Fyri árslok hevur Ukraina vunnið á Russlandi og fingið sítt landaøki aftur og vunnið kríggið, sum er í dag.

Tað sigur fregnartænastustjórin hjá Ukraina, Kyrylo Budanov, við bretsku sjónvarpsstøðina Sky News.

Hann leggur afturat, at hann er bjartskygdur, tá tað snýr seg um gongdina í krígnum.

– Tað vendir tá vit koma í seinnu helvt av august, sigur hann.

– Flestu krígsgerðirnar eru av fyri árslok, sigur 36 ára gamli generalmajorurin.

– Úrslitið verður, at vit aftur fáa tamarhald á øllum økjum okkara, sum vit hava mist, eisini Donbas og Krim.

Í Donbas eru tey bæði russiskt vinarligu loysingarøkini Lugansk og Donetsk, sum Russland sigur seg vera farið í kríggj fyri at fría fyri »ukrainskar nýnazistar« og ukrainsk »fólkadráp«.

Krim er hálvoyggin, sum Russland gjørdi innrás í og hertók í 2014.

Í løtuni eru harðir bardagar í Donbas í eystara Ukraina. Har hevur Russland seinastu tíðina havt stórar herdeildir, uttan at nakað framstig hevur verið hjá russarum á vígvøllinum.

Budanov sigur, at Ukraina kennir »alt til okkara fígginda. Vit kenna ætlanir teirra, næstan samstundis sum tær verða lagdar«.

Undir krígnum, sum byrjað við russisku innrásini 24. februar, eru tað higartil bert eydnast fyri  Russland at fáa valdið í einum størri ukrainskum býi, Kherson.

Nógir serfrøðingar høvdu frammanundan væntað, at Russland fór at gera skjótt av við Ukraina og skjótt taka og herseta landið.

Men Russland hevur havt og hevur stórar trupulleikar við at klára seg, serliga tá tað snýr seg um flutning.

Fregnartænastustjórin nevnir eisini óskjalfesta pástandin um, at tað er ein roynd í gongd í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, upp á at seta Vladimir Putin, forseta, frá, við einum kvetti.

Víðari sigur Budanov, at russiski leiðarin er »ógvuliga sjúkur« og líðir av krabbameini.

Í apríl segði talsmaður Putins, Dmitrij Peskov, at frágreiðingar um, at Putin hevur krabbamein, er »íspinn og lygn«.

/ritzau/AFP

 

 


 

 

(Arkivfoto) - Foto: Alexei Alexandrov/Ritzau Scanpix