Ukrainski tjóðartingsumboðsmaðurin fyri mannarættindum, Dmytro Lubinets, sigur í dag, at Ukraina vil hava eina altjóða kanning eftir tað, sum hendi russiska hernaðarflogfarinum, sum í gjár datt niður í Belogrod-regiónini.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga. Eisini tíðindastovan AFP skrivar um hendingina og sigur, at Ukraina hevur heitt á ST og Reyða Kross um at kanna vanlukkuna. Russar siga, at fleiri ukrainskir krígsfangar lótu lív í vanlukkuni.
Ukrainska trygdartænastan, SBU, hevur sambært útlendskum miðlum longu sett í verk sína egnu kanning av hendingini.
Russland heldur upp á, at 65 ukrainskir krígsfangar vóru í hernaðarflogfarinum, tí hesir skuldu latast Ukraina aftur fyri russiskar krígsfangar. Russar halda, at tað var ukrainski herurin, sum skeyt flogfarið niður, tó at ukrainska fregnartænastan visti um flutningin.
Ukraina hevur hvørki váttað ella avsannað, at landið stendur aftan fyri álopið, ei heldur, at ukrainskir krígsfangar vóru í russiska hernaðarflogfarinum.
- Sambært teimum upplýsingum, sum eg havi, kann eg ikki siga við vissu, at ukrainskir krígsfangar vóru í flogfarinum. Vit hava ongar ábendingar um, at so mong vóru í flogfarinum, sum russiskir myndugleikar vilja vera við, sigur ukrainski tjóðartingsumboðsmaðurin fyri mannarættindum, Dmytro Lubinets.