Um bólkin

Stutt um The Real Group

The Real Group hevur verið virkin síðani 1984. Tey hittust øll á kongaliga tónleikaskúlanum í Stokkhólmi. Teir tríggir mannligu limirnir byrjaðu ein bólk og bóðu seinni genturnar um at gerast limir, og eftir at sungið saman nakrar ferðir var greitt, at hetta var nakað, tey fegin vildu halda áfram við.
Bólkurin er sermerktur á tann hátt, at talan er um sokallaðan A Capella bólk, t.e. tey nýta einans røddirnar og eingi ljóðføri.
Bólkurin hevur serliga arbeitt við jazz-løgum. Framførslurnar hava verið fleiri enn 1.200, og 11 útgávur eru higartil komnar frá bólkinum.
Bólkurin hevur ferðast kring heimin, og tey hava eisini arbeitt og framført saman við so kendum nøvnum sum Bobby Mc Ferrin, Van Morrison, George Martin og Fridu úr ABBA.
Skuldi nakar havt hug til at endurtaka bragdið hjá Real Group, so er teirra ráð um ansing av røddini, at ikki misnýta røddina við at rópa og skrála. Eisini anda tey damp í seg ígjøgnum eitt tól, og hetta skuldi verið ógvuliga sunt fyri røddina.

FAKTA

Sangarar: Margareta Jalkeús, Katarina Stenström, Anders Edenroth, Peder Karlsson og Anders Jalkéus

Bólkurin stovnaður: 1984

Útgávur: 11 - Stämning (2002), Allt det bästa (2001), Commonly Unique (2000), One for all (1998), En riktig jul (1997), Jazz:Live (1997), Ori:ginal (1996), Varför får man inte bara vara som man är (1994), Röster (1991), Nothing but the Real Group(1989), Debut (1987)