Umfatandi amerikansk álop í Jemen

Hetta er fyrstu ferð, at USA brúkar sonevnd Northrop B-2 Spirit-flogfør móti houthi'arunum í Jemen.

Seint í gjár framdu amerikanskar herdeildir loftálop á eina røð av vápnagoymslum hjá houthi'arum í Jemen.

 

Tað upplýsir amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin. 

 

- Í dag hevur amerikanska hermegin, harímillum B-2-bumbuflogfør, framt neyvleikaálop móti fimm undirjarðiskum vápnagoymslum.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin sigur, at álopini vórðu famd i økjum, sum houthi'arar í Jemen hava eftirlitið við.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at sonevndu Northrop B-2 Spirit-flogførini eru trupul at síggja á radaranum.

 

Ein kelda upplýsir yvirfyri NBC News, at hetta er fyrstu ferð, at USA brúkar hesi flogførini móti houthi'arunum í Jemen.