Umsorgan heldur enn tøkni

Felagsskapurin hjá norðurlendskum sjúkrasystrum hevði ráðsfund og ráðstevnu á Hotel Føroyum um dagarnar. Tosað varð um tøkni í arbeiðinum. Men tað er umsorgan heldur enn tøkni, sjúklingarnir hava brúk fyri, segði fyrilestrahaldari

 

Á ráðstevnu, sum norðurlendskar sjúkrasystrar í gjár og fyrradagin hildu á Hotel Føroym, varð tosað um, hvussu tøknin kann nýtast í arbeiðinum. Fyrrverandi krabbameinssjúklingur, sum helt fyrilestur, helt at tað, sum sjúklingurin hevur brúk fyri, er umsorgan heldur enn tøknifrøði.

Á ráðstevnu hjá norðurlendskum sjúkrasystrum, sum hildin varð í gjár og fyrradagin á Hotel Føroyum, var ein av fyrilestrahaldarunum ein fyrrverandi danskur krabbameinssjúklingurin, Erik Rasmussen, sum er ábyrgdarlaðstjóri á danska tíðarritinum »Mandag Morgen«. Hann segði frá egnum royndum sum krabbameinssjúklingur. Tað er í lagi at hava nógva og góða tøkni at lætta um arbeiðið. Men tað, sum sjúklingarnir allarmest hava fyri neyðini, er umsorgan. Eitt nú sálafrøðingar og at starvsfólkið annars hevur tíð og umstøður at taka sær av teimum.

Joan Ziskason, formaður í Føroya Sjúkrasystrafelag, sigur, at ráðstevnan var liður í fundar- og skeiðætlan, sum norðurlendsku feløgini regluliga hava. Tað eru feløg úr øllum Norðanlondum, sum limir eru í felagsskapinum. Á ráðstevnuni í Føroyum vóru 75 luttakarar, sigur Joan Ziskason.

Talan var samstundis um stýrisfund, og tað vóru nevndarlimir í norðurlendsku feløgunum, sum vóru savnað á Hotel Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, slík stevna varð hildin í Føroyum. Føroya sjúkrasystrafelag gjørdist limur í norðurlendska samtakinum 1. januar 1998. Ráðstevnurnar og stýrisfundirnir ganga upp á skift landanna millum.

Á hesi ráðstevnuni hevur verið tosað um, hvussu tøknin skal takst í brúk og nýtast í sjúkrarøktini. So í grundini kom fyrilesturin hjá Eriki Rasmussen at standa beint tvørtur í móti tí, annars varð tosað um, sigur Joan Ziskason.

Hon greiðir frá, at í Svøríki verður nýggj roynd við tøkni í sjúkrarøktini gjørd. Har verður tað soleiðis, at ein sjúkrasystur situr á eini vaktarstovu, meðan sjúklingurin so hevur samband við vaktarstovuna yvir teldu ella sjónvarp. Einasta, sjúklinginum tørvar er ein fjarstýring, har samband kann fáast við vaktarstovuna og tosast kann við sjúkrasystrina, sum sjúklingurin samstundis sær.

Jú, tað er í andsøgn við tað, Erik Rasmussen, fyrrverandi krabbameinssjúklingur segði um umsorgan, heldur Joan Ziskason.

Annars hava sjúkrasystrarnar tosað um gongdina, sum nú er við væntandi manning á økinum.

Serliga í Noreg mangla sjúkrasystrar. Tað ger, at farið verður víða at leita. Seinasta er, at roynt verður at fáa arbeiðsmegi úr Italia og av Filipsoyggjunum.

Men tað dámar sjúkrasystrunum ikki. Mentanar- og málmunirnir verða alt ov stórir, so mett verður, at tað fer als ikki at bera til.