Manchester United tók í gjár eitt stórt fet móti Champions League plássunum, tá Anthony Martial og Harry Maguire søktu Chelsea í egnum garði. Dysturin bleiv tó eitt sindur umstríddur.
Harry Maguire, sum nú er liðskipari hjá Manchester United, kom í eina umstrídda støðu, tá hann og ein spælari hjá Chelsea fóru umkoll á síðulinjuni. Tað kann tykjast sum, at miðverjin hjá Manchester United gevur eitt spark frá sær og rakar Michy Batshuayi millum beinini.
- Harry Maguire skuldi verið útvístur, eg haldi tað er rímiliga greitt, men vit hava nokk øll okkara meining. Eg haldi at dómarin skuldi havt hugt eftir tí á skerminum, sigur Frank Lampard, venjari hjá Chelsea.
##med2##
Harry Maguire segði eftir dystin við Sky Sports, at hann sær væl at tað sær illa út, men at tað var ikki við vilja, og at hann bara var bangin fyri at Michy Batshuayi datt omaná seg. Roy Kane og Jamie Carragher vóru viðmerkjarar og mettu, at Harry Maguire var heppin at sleppa undan útvísingini.
Við sigrinum hevur Manchester United bara trý stig upp til Chelsea á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Champions League. Og stendur bannið hjá Manchester City við, so er nokk at blíva nummar fimm – tað eru bara tvey stig upp til nummar fimm, sum er Tottenham.
1 | Liverpool | 26 | 25 | 1 | 0 | 61:15 | 76 |
2 | Man City | 25 | 16 | 3 | 6 | 65:29 | 51 |
3 | Leicester | 26 | 15 | 5 | 6 | 54:26 | 50 |
4 | Chelsea | 26 | 12 | 5 | 9 | 43:36 | 41 |
5 | Tottenham | 26 | 11 | 7 | 8 | 43:34 | 40 |
6 | Sheffield Utd | 26 | 10 | 9 | 7 | 28:24 | 39 |
7 | Man Utd | 26 | 10 | 8 | 8 | 38:29 | 38 |
8 | Wolves | 26 | 8 | 12 | 6 | 35:32 | 36 |
9 | Everton | 26 | 10 | 6 | 10 | 34:38 | 36 |
10 | Arsenal | 26 | 7 | 13 | 6 | 36:34 | 34 |
11 | Burnley | 26 | 10 | 4 | 12 | 30:39 | 34 |
12 | Southampton | 26 | 9 | 4 | 13 | 32:48 | 31 |
13 | Newcastle | 26 | 8 | 7 | 11 | 24:40 | 31 |
14 | Crystal Palace | 26 | 7 | 9 | 10 | 23:32 | 30 |
15 | Brighton | 26 | 6 | 9 | 11 | 31:38 | 27 |
16 | Bournemouth | 26 | 7 | 5 | 14 | 26:40 | 26 |
17 | Aston Villa | 26 | 7 | 4 | 15 | 34:50 | 25 |
18 | West Ham | 25 | 6 | 6 | 13 | 30:43 | 24 |
19 | Watford | 26 | 5 | 9 | 12 | 24:40 | 24 |
20 | Norwich | 26 | 4 | 6 | 16 | 24:48 | 18 |