Umstrídd ætlan um parkeringshús í miðbýnum í Havn er grivin framaftur

Grannar hava mótmælt harðliga, men býráðslimir siga, at nú er ætlanin broytt til tað betra

Tað er nøkunlunda her, at nýggja parkeringshúsið og íbúðirnar vera

Nú er ætlanin um at gera eitt stórt parkeringshús við íbúðum, í miðbýnum í Havn, tikin upp aftur. Talan er um parkerings- og íbúðarhúsið, sum ætlanin var at gera  á einum stykki ímillum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta. Innkoyring verður frá Bøkjarabrekku og útkoyring verður eftir Kongagøtu.

 

Hetta er ein ætlan, sum eisini var frammi seinasta heyst, men tá fall tað burtur aftur. Talan var um ein bygning í trimum hæddum, ella seks forskotnum hæddum. Í hesum sambandi mótmæltu grannar byggingini, tí mett var, at húsini vóru ov høg og at tað yvirhøvur var ov trongligt. Talan er um eina privata ætlan, sum føroyski ríkmaðurin í Danmark, Gullak Madsen stendur aftan fyri. Tá var talan um at gera eitt parkeringshús til 150 bilar við átta íbúðum ovast uppi.

 

Upprunaliga ætlanin datt niðurfyri, men nú er hon so grivin fram aftur, og hesa ferð er hon broytt rættiliga nógv. Nú er talan um at gera eitt hús við 21 íbúðum og parkeringsplássi til 135 bilar. Parkering verður í trimum hæddum, ella seks forskotnum hæddum. Men oman á eru so tvær hæddir við íbúðum. Hinvegin verða 1,5 hædd undir jørð, so bygningurin verður tað lægri og meirilutin í býráðnum heldur, at tað er eitt framstig fyri grannalagið.

 

Býráðið sigur, at parkeringshúsið er í samsvari við royndirnar hjá býráðnum um at tætta býin og fáa fleiri parkeringspláss og íbúðir í miðbýnum. Og á býráðsfundi í kvøld hevur ein meiriluti í býráðnum samtykt at broyta byggisamtyktina so at ætlanin kann fremjast. Málið skal nú til hoyringar og so verður endalig støða tikin.

 

 

 

Tað er nøkunlunda her, at nýggja parkeringshúsið og íbúðirnar vera