Undarligar fiskasjúkur í náttúruni

Hví doyði fiskur tíðliga í nítiárunum, og hví doyði fiskur fyri sløkum 220 árum síðan, sum greitt verður frá í gomlum keldum.
<DPTAB>    Hendan spurning hevur Rógvi Mouritsen, biologassistentur á Fiskirannsóknarstovuni, roynt at svarað

Fiskasjúkur

Nógv munnu minnast, at nógvur sjúkur fiskur var av og á at finna inni við land og uppi á landi ymsastaðni í Føroyum í árunum 1992-1995. Í nógvum førum var hetta seiður, men hýsa og toskur var eisini uppi í.
- Tað var fyrst seiðurin, sum fekk ein løgnan atburð. Fiskurin svam runt, púra í ørviti; hann svam á liðini, høvdið uppundan, og hann svam seg eisini á land, har hann doyði.
Rógvi Mouritsen, biologassistentur á Fiskirannsóknarstovuni, greiðir frá, at skúm og slipa vóru í nøkrum førum at síggja á sjónum, har hesin sjúki fiskurin var.
- Í februar 1995 var nógv av sjúkari smáhýsu inni á víkini í Nólsoy í nakrar dagar, og ein partur svam seg á land og doyði.
Rógvi greiðir frá, at royndir vórðu tiknar til nærri kanningar, bæði av hesi hýsuni og aðrastaðni í landinum av seiði og toski, men hóast væl varð leitað, fanst einki serligt, sum kundi benda á, hvat fiskinum bagdi.
- Fiskadjóralæknin, sum tá var, gjørdi og fekk gjørdar ymiskar kanningar, men eingi virus vórðu staðfest í kanningartilfarinum.
Hann sigur, at parasitologiskar kanningar vístu lús av slagnum, Caligus elongatus, men hesar eru vanligar, serliga í alibrúkum, og tær eru orsøkin til hvíta litin ella slipuna, sum var á seiðinum. Aftrat hesum hevði fiskurin eisini nakað av sandmaðki, ið eisini er vanligt.
- Í maganum var ymiskt at finna, eitt nú tarasløg, plastik, smærri krabbadjór, smásteinar og summir fiskar høvdu tóman maga. Summir seiðir høvdu ljóst grønt fluoriserandi skarn í baktarminum, men allur fiskurin var væl í holdum og var sostatt ikki sjúkur av hungri.
Men hvat var hetta so fyri nakað? spyr Rógvi Mouritsen.
- Kundi sjúkan møguliga stava frá alibrúkum?
Hann vísir á, at djóralæknin kannaði fiskin fyri heilivágsleivdir, men fann ongar.

Niðurstøða
- Niðurstøðan er tann, at vit kenna ikki orsøkina til hetta óvanliga fyribrigdi, men kunnu staðfesta, at seiðurin hvørki var sjúkur av teimum vanligu sjúkunum hjá alilaksi ella eitraður av fiskaheilivági.
Rógvi vísir á, at fiskur við Føroyar áður hevur verið sjúkur og hevur sýnt løgnan atburð.
- Hetta sæst í greinini, "En mærkelig naturtildragelse ved Færøerne", sum er úr danska tíðarritinum, "Minerva" frá 1787.
Í hesi greinini, sum er sløk 220 ára gomul, stendur:
"I begyndelsen af hundedagene begyndte inbyggerne på mange steder at mærke og at beklage sig over, at den da fangede sei havde en ubehagelig lugt og smag og var omgiven med et slags slim, som vanskelig lad sig afvaske. Sidst i juli var denne erfaring almindelig over hele landet, så på nogle steder holdt man op med at fiske, da man anså denne fisk for uspiselig. Dette varede til midten af august, og det indfaldt imidlertid meget stille vejr.
Ved nøjere at undersøge sagen, blev man vaer, at søen overalt var overdraget med et slimagtigt fedt skum; især var dette mærkeligt inde i bugterne, hvos strømmen ei var des hårdere. Dette skum forsøgte man at smelte og befandt da, at deraf umkom en slags tran, men gav en utålelig stank i huset; og når det smeltet havde stået et par dage, størknede det og så ud som fordærvet gul tægl.
Strax mærkede man ei, at nogen blev syg af at spise denne sei, men siden har man villet holde for, at denne spise har forvoldet hos mange, som tilforn. have været befængt med udslet på legemet, at dette har yttret sig så meget stærkere, og at det hos nogle kunne fygtes at gå over til spedalskhed. Af disse ulykkelige er en ung pige fra Suderøe indtagen i hospitalet..."
Rógvi Mouritsen sigur, at fiskasjúkudjóralæknar her á landi, ið hava sæð hesa gomlu frágreiðingina, kunnu ikki siga, hvat bagdi seiðinum út frá tí, sum brøðurnir Hammerheim skrivaðu.
- Tað finst tí eingin niðurstøðu um orsøkina til løgna fiskatilburðin í 1785, ei heldur í 1990-unum, sigur Rógvi Mouritsen.