”United-sjávmál” bjargar City og Pep

Premier League: Pep Guardiola hevur vunnið sín fyrsta dyst – akkurát!

Pep Guardiola, nýggjur venjari hjá Manchester City, hevur í kvøld vunnið sín fyrsta dyst sum venjari í Premier League. Tað skuldi eitt sjálvmál frá Paddy McNair til, áðrenn sigurin kom í hús.

 

Les eisini: Hesir eru favorittar at vinna Premier League

 

Tað var ikki sjampanjufótbóltur á Etihad leikvøllinum í Manchester, tá Pep Guardiola fekk sín elddóp sum venjari í Manchester City. Heimaliðið vann tó dystin móti Sunderland og fyrrverandi Manchester United venjaranum David Moyes 2-1.

 

Merkivert er, at sigursmálið kom ikki fyrr enn fáar minutti fyri tíð, og talan var um sjálvmál frá Paddy McNair, sum í vikuni bleiv keyptur frá arvafíggindanum og grannunum Manchester United.

 

Les eisini: Fyrstu ferð at meistaraliðið er fallið

 

Sergio Aguero legði annars Premier league favorittarnar á odda longu aftaná tríggjar minuttir, tá hann umsetti brotsspark til mál. Í seinna hálvleiki javnaði ein gamal kenningur í enskum fótbólti, Jermain Defoe.

 

Fáar minuttir fyri tíð fall avgerðin, tá óhepni Paddy McNair sendi innlegg í egið mál. Paddu McNair spældi so seint sum fyrr í vikuni við Manchester United.

 

Veddingarfyritøkurnar hava júst tey bæði liðini sum favorittar at vinna Premier League. So er spurningurin um hatta málið verið munurin.

 

Premier League 1. umfar:

Í dag:

Hull City - Leicester City 2-1

Burnley - Swansea City 0-1

Crystal Palace - West Bromwich Albion 0-1

Everton - Tottenham Hotspur 1-1

Middlesbrough - Stoke City 1-1

Southampton – Watford 1-1

Manchester City – Sunderland 2-1

 

Sunnudagin:

AFC Bournemouth - Manchester United 13:30

Arsenal – Liverpool 16:00

 

Mánadagin:

Chelsea - West Ham United (20:00)