Upphiting verður í Bowlinghøllini

Fjepparafelagið hjá A-landsliðinum hjá monnum, Skansin, skipar fyri upphiting í Bowlinghøllini - øll eru vælkomin.

Felagið skrivar, at mánadagin 9. juni skipar Skansin fyri stórari fjeppara upphiting til landsdystin. Upphitingin verður í Bowlinghøllini (bowl.fo) frá kl. 16.00.

 

  • Góð tilboð í barrini.
  • Andlitsmáling.
  • Skansin selur fjepparalutir.
  • Søla av landsliðstroyggjum.
  • Útflýggjan av atgongumerkjum til Skansan (sí uppslag hjá Skansanum á facebook)

 

Upphiting byrjar kl. 16.00. Skrúðgonga verður klokkan 19 oman á Tórsvøll.

 

– Øll eru vælkomin, heilsar fjepparafelagið.

 

##med2##

 

##med3##