Kronikk
Hóast Føroyar ikki eru nær búskaparligu eggini, er kortini alneyðugt at tálma ovurhitaða búskapin.
Politisk semja er í samgonguni um, at tálmast skal umvegis fíggjarlógina fyri 2008. Í næstum byrjar fíggjarlógarsmíðið, og høvuðsmálið er at tálma útreiðsluvøkstrinum á fíggjarlógini.
Á ein hátt kunnu vit siga, at politiska skipanin skal til próvtøku, tí sterkur ryggur krevst at tálma búskapinum – serliga í einum valári.
Búskapurin tá henda samgongan tók við
Tá henda samgongan tók við á várið 2004, vóru útlitini fyri búskapin vánalig. Rækjuvinnan var fyri bakkasti, og alivinnan hevði stóra afturgongd orsakað av sjúkum og lágum prísi. Tað var tí eyðsýnt, at neyðugt var at stimbra búskapin.
Afturgongdin í útflutninginum var uml 18 prosent frá 2003 til 2005, og innflutningurin minkaði uml. 10 prosent frá 2002 til 2004 – tvs. týðulig tekin vóru um afturgongd. Nettofráflytingin úr Føroyum var somuleiðis um 700 fólk tilsamans í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2006.
Hetta kom tó ikki óvart á nýggju samgonguna, tí longu um heystið 2003 sótu nýliga fráfarni landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen, og eg sjálvur lið um lið í sambandshølunum á Gamla Apoteki og løgdu fíggjarpolitikkin til rættis fyri komandi fýra árini - herundir designaðu skattalættan.
Vit roknaðu við, at um einki varð gjørt fór fráflytingin at vera uml. 1.400-1.500 fólk tey fýra árini – tvs. uml. tað dupulta – hetta hevði nokk passað rímiliga væl.
Sum støðan var, væntaðu vit, at stígur fór at vera í búskapinum í 4 ár – m.a. út frá útlitunum í alivinnuni og rækjuvinnuni. Tískil løgdu vit 4-ára ætlarnir fyri fíggjarpolitikkin. Tað er samstundis frágreiðingin uppá tey 4 stigini í skattalættanum – eitt trin fyri hvørt árið.
Væl eydnað tiltøk
Fyri at minka um afturgongdina varð valt at reka ein ekspansivan fíggjarpolitikk, har m.a. skattalættar skuldu nýtast til at seta ferð á búskapin. Aðrar íløgur o.a. skuldu somuleiðis gerast fyri at skapa virksemi. Hetta merkti samstundis, at fíggjarlógin skuldi hava hall.
Sigast má, at tiltøkini eydnaðust væl. Stígurin í búskapinum vendi til framgongd, arbeiðsloysið minkaði, fráflytingin minkaði, optimisman kom aftur – og skjótt var afturgongdin gloymd.
Skattalættin náddi málinum
Skattalættin bleiv, sum nevnt, gjørdur í fýra stigum – eitt fyri hvørt árið. Høvuðsendamálið var at stimbra búskapin, men skattalættin bleiv eisini designaður til at økja um hugin hjá tímaløntum at arbeiða meiri – tvs. tað skuldi loysa seg betur at arbeiða. Báðar ætlarnirnar vóru væleydnaðar. M.a. hava vit frætt, at lønarkrøvini hjá fakfeløgunum ikki hava verið eins hørð, tí skattalættarnir hava givið limunum reallønarframgongd.
Nakað av kritikki hevur tó verið av skattalættanum. Trupulleikin kom inn, tá skattalættin varð kombineraður við Samhaldsfasta. Her skal tó viðmerkjast, at tað var ikki Samhaldsfasti í sær sjálvum, sum var trupulleikin – men kombinatiónin av skattalætta og Samhaldsfasta.
Virkningurin bleiv – og er enn – at tað, sum varð latið í skattalætta til teir lægstu lønarbólkarnar, varð tikið inn aftur í Samhaldsfasta. hetta arbeiðir fíggjarmálaráðið við at gera nakað við í einum nýggjum skattauppskoti.
Kortini hevur skattalættin verið eitt gott tiltak, sum stimbraði búskapin, tá tað var neyðugt, gjørdi tað hugaligari hjá fólka at arbeiða meiri og hevur verið við til at tálma lønarvøksturin.
Ein lærdómur er tó nokk, at vit áttu kanska ikki at skrivað ein fýra ára skattalætta inn í eitt samgonguskjal. Tíðirnar broytast jú skjótt, og tað gjørdu tær eisini í hesum valskeiðinum.
Afturgongd vend til framgongd
Í 2005 fór aftur at ganga framá í búskapinum. Hetta stóðst lutvíst av skattalættanum, lutvíst av góðum vinnupolitikki og lutvíst av øðrum stimbrandi tiltøkum – m.a. við at hall var á fíggjarlógini. Vit eiga at frøðast yvir, at politikkurin hevur verið væl eydnaður.
Vit mugu tó samstundis eisini minnast til, at tað ikki einans var politikkurin, sum skapti búskaparliga framgongd. Rentan var sera lág, og nýggj lán við avdráttarfrælsi komu á marknaðin. Hetta stimbraði keypið og harvið búskapin og hevði eisini árin á handilsjavnan og gjaldsjavnan.
Tá fíggjarlógin fyri 2006 varð løgd á heysti 2005, var ikki lætt at vita, at keypshugurin og stimbranin fór at vera so stór. Tí varð politikkurin ikki lagdur um í 2006, men var framhaldandi ekspansivur – hetta var tó neyvan nakar stórur feilur. Tó má nokk sigast, at tað var eitt mistak einki at gera fyri at tálma í 2007. Tá átti tað at hava verið gjørt!
Arbeiðsmarknaðurin og Føroya Banki
Framgongdin í búskapinum, ið stavaði frá stórari keypiorku orsakað av lægri rentu og nýggjum lánum, var ikki einans í Føroyum, men eisini í útlandinum, og hetta merkti størri eftirspurning eftir m.a. arbeiðsmegi og partabrøvum.
Hetta hevur elvt til størri trýst á føroysku arbeiðsmegina. Føroysku virkini hava tí havt ringt við at kappast um arbeiðsmegina. Fyri at hjálpa uppá hetta hevur landsstýrið ætlarnir um at opna arbeiðsmarknaðin á ein skipaðan hátt fyri at fáa hendur á meiri arbeiðsmegi.
Økta keypiorkan hevur eisini elvt til hækkandi partabrævakursir, og kursirnir sigast nú at vera søguliga høgir á m.a. fíggjarstovnum. Einskiljingin av Føroya Banka fall tí heppið út, og landsstýrið fekk ein góðan prís á partabrævamarknaðinum. Hetta eiga vit eisini at frøðast um, sjálvt um nógv uttan iva kenna seg at hava fingið ov fá partabrøv, tí eftirspurningurin var so stórur.
Útlitini komandi árini
Frá at hava byrjað við afturgongd er búskapurin nú vendur til stóra framgongd – hvørji eru so útlitini komandi árini? Fyri at svara hesum mugu vit hyggja eitt sindur at, hvat hendir í verðini rundan um okkum.
Vit kunnu staðfesta, at oljuprísirnir aftur eru hækkandi. Orkustovnurin hjá OECD, International Energy Agency (IEA), og National Petroleum Council (NPC), sum er eitt ráð mannað av amerikonskum oljufeløgum, meina, at oljuprísirnir eisini frameftir fara at hækka. Tí heita hesir stovnar á londini í OECD um at leggja um til aðrar orkukeldur enn olju. Tá henda ráðgeving kemur frá sjálvum oljufeløgunum og frá so konservativum stovnum sum IEA, áttu vit eisini at lurtað eftir hesum.
Hækkandi oljuprísur fær prísin á øðrum vørum til at hækka og elvir tí til inflatión. Fyri at tálma inflatiónini hækkar Amerikanski Tjóðbankin, Federal Reserve, og Europeiski Meginbankin, ECB, renturnar. Rentan er tað amboðið, sum í dag verður nýtt til at tálma inflatiónina við. Hetta hevur sjálvsagt eisini avleiðingar fyri okkum – m.a. merkja húsarhaldini væl, at rentan er hækkað.
Møgulig heimsfevnandi afturgongd
Av tí, at USA hevur stóran týdning fyri samlaða heimsbúskapin, mugu vit hyggja eitt sindur nærri at USA.
Hækkandi oljuprísir geva gjaldsjavnahall, og hetta fær eisini dollaran til at vikna. Tí er dollarin fallandi í løtuni, og hann fellur helst enn meiri. Fleiri rokna av hesi orsøk við eini ávísari afturgongd, m.a. roknar Alan Greenspan, fráfarni tjóðbankastjórin í USA, við eini afturgongd longu á heysti 2007. Greenspan roknar við at stígur kemur í allan heimsbúskapin. Hartil skal tó sigast, at Ben Bernanke, nýggi tjóðbankastjórin, er ikki heilt samdur.
Ein heimsfevnandi búskaparstígur ella afturgongd kann samstundis merkja, at eftirspurningurin eftir olju aftur fer at falla. Hendir tað, fella oljuprísur og renturnar somuleiðis.
Oljuprísur, rentustøði og fiskaprísir
Ilt er at siga nakað fyri vissu um oljuprís og rentustøði, men mest sannlíku útlitini eru tó, at vit skulu rokna við hækkandi oljuprísum og hækkandi rentu í eina tíð afturat. Hetta er í øllum førum tað, sum flestu serfrøðingarnir meta.
Fallandi dollarin kann bera í sær fallandi fiskaprísir. Hetta plagar í øllum førum at vera støðan, tí lægri dollaravirði merkir, at meiri fiskur kemur inn á europeiska marknaðin. Tað plagar at fáa prísin niður. Hartil skal tó sigast, at hetta er ikki hent enn, hóast dollarin hevur verið fallandi í eina tíð nú. Møguliga er tað avmarkaða útboðið av fiski, ið heldur prísinum uppi.
Metingin fyri 2008
Fyri 2008 er metingin, at neyðugt verður at tálma búskapin. Metingin byggir m.a. á, at:
Skuldarstøðið í landinum er lágt, tvs. at rásarúm er fyri øktari lántøku
Alivinnan er í vøkstri og skapar størri virksemi
Stórar verkætlarnir eru í gongd og aðrar fara í gongd, m.a. Sandoyartunnil, Skálafjarðartunnil, Útbygging av flogvøllinum, Fiskivinnuskúli í Vestmanna, Ellis- og demensheim í Vági, Skúladepil við Marknagilsvegin, Byggingin við Stórutjørn, Skúli í Hoyvík - umframt nógv sethús og nógvar aðrar kommunalar verkætlarnir og smærri verkætlarnir fíggjaðar av landskassanum.
Sostatt fer munandi virksemi í gongd komandi árini, og tí er metingin, at neyðugt verður at tálma nakað í 2008.
Hall á handilsjavnanum
Hyggja vit at balansanum úteftir, er nú stórt hall á handilsjavnanum. Frá at hava stór avlop í nøkur ár eftir kreppuna, er nú aftur hall á javnanum.
Hetta hevur helst eisini havt árin á uttanlandsskuldina. Frá at hava meira enn 8 mia. í skuld, tá kreppan leikaði harðast á, átti føroyska samfelagið uml. 4 mia. í ogn í útlandinum í 2004. Av tí, at vit ikki hava nakra uppgerð av uttanlandaskuldini og gjaldsjavnanum síðan 2004, mugu vit einans halda okkum til metingar. Tær vísa, at í dag er ognin uttanlands millum 0 og 1 mia. – tvs. at ognin er minkað munandi seinastu árini.
Hetta vísir m.a., at skjótt vendist í búskapinum. Vit eru jú farin frá 8 mia. í skuld til 4 mia. í ogn og niður aftur á uml. 0 eftir fáðum árum. Hetta vísir eisini, at yvirupphitingin ikki einans er ein spurningur um arbeiðsmarknaðin, tí talan er eisini um, at onnur viðurskifti fara av lagi, tá búskapurin er ov heitur. Sostatt er heldur ikki nokk einans at opna arbeiðsmarknaðin. At enda vísir hetta, at vit eru ikki nær við at fara út av eggini, tí skuldin í samfelagnum er avmarkað.
Neyðugt at tálma
Sum nevnt omanfyri er greiða niðurstøðan, at neyðugt verður at tálma búskapin í 2008.
Tí kunnu vit eini gleðast um at samgonguskjalið nevnir: “Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum.” Hetta merkir, at sjálvt aðalmálið í búskaparpolitikkinum er at tálma sveigg í búskapinum.
Løgmaður nevndi eisini í løgmansrøðuni at neyðugt er at tálma, og samgongan er á fundi komin ásamt um, at neyðugt er at tálma. Breið undirtøka er sostatt fyri tálmingini – eisini í anstøðuni og millum fólk á gøtuni.
Tað hevði eisini verið syrgiligt, um politiska skipanin enn ikki hevði verið búgvin til at fremja tálmandi tiltøk, tá tey eru neyðug. Vit kenna jú øll søguna alt ov væl um, hvussu galið tað kann ganga, um einki verður gjørt.
Hvussu kann tálmast?
Ein rættiliga nærliggjandi spurningur er tí: Hvussu skal búskapurin tálmast?
Í veruleikanum er einans møguligt at tálma á trimum sektorum:
Í privata sektorinum (tvs. húsarhald og vinnulív): Her hevur mítt uppskot verið at minka fiskimannafrádráttin
Í kommunala sektorinum: Her er semja gjørd við kommunurnar um at tálma útreiðsluvøksturin, umframt at arbeitt verður við at fáa undirtøku fyri eini útjavningarskipan
Í landskassa sektorinum: Her er uppskotið at útseta onkra verkætlan – tvs. raðfesta. Konkret var uppskotið at útseta byggingina av Sandoyartunnilinum
Eftir mínum tykki eru hetta alt góð uppskot og ein góður máti at tálma. Hetta haldi eg framhaldandi. Eg havi tí heitt á flokkarnar nú, tá ið Sandoyartunnilin júst er til hoyringar hjá politisku flokkunum, um at taka hædd fyri ovurhitaða búskapinum og at velja rætta tíðspunktið at byrja byggingina av tunnlinum.
Tálma gjøgnum fíggjarlógina
Samgongan hevur annars nú givið mær heimild til at tálma búskaparvøksturin gjøgnum fíggjarlógina.
Hetta merkir í stuttum, at tann vøkstur, sum er á hvørjum ári á fíggjarlógini orsakað av hækkandi lógarbundnum útreiðslum, sáttmálabundnum lønum og raðfestingum, skal tálmast.
Hetta merkir ikki neyðturviliga sparingar men at vøksturin skal tálmast. Hetta kann fara at merkja, at nakað av tí menning av samfelagnum, sum annars var stungin út í korti, má útsetast nakað.
Einki liðugt fyrr enn alt er liðugt!
Aðalmálið við búskaparpolitikkinum er, sum nevnt, at tálma sveiggjunum í búskapinum. Hetta er neyðugt fyri at skapa eina javna gongd og fyri ikki at enda í ringum støðum, sum vit kenna alt ov væl til.
Lat ongan iva vera um, at eg ætli mær at arbeiða fyri at fylgja aðalmálinum og “føra ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum”. Um tálmingin á fíggjarlógini ikki røkkur málinum, kann sjálvsagt gerast neyðugt at venda aftur til aðrar møguleikar – m.a. raðfestingarnar.
Tí einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt!
Streymnes 7. august 2007
Magni Laksáfoss
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
- - - - - -
Sitat úr tekstinum (at seta sindur stórt upp í greinini):
Samgongan hevur givið mær heimild at tálma búskaparvøksturin gjøgnum fíggjarlógina fyri 2008. Hetta merkir ikki neyðturviliga sparingar, men at útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini skal tálmast
Politiska skipanin skal til próvtøku, tí sterkur ryggur krevst at tálma búskapinum – serliga í einum valári.
Skjótt vendist í búskapinum. Vit eru farin frá 8 mia. í skuld til 4 mia. í ogn og niður aftur á null eftir fáum árum. Hetta vísir, at ovurhitingin ikki einans er ein spurningur um arbeiðsmarknaðin. Onnur viðurskifti fara eisini av lagi, tá búskapurin er ov heitur
Vit skulu rokna við hækkandi oljuprísum og hækkandi rentu í eina tíð afturat
Vit kenna øll alt ov væl søguna um, hvussu galið tað kann ganga, um einki verður gjørt, tá búskapartiltøk eru neyðug