Unga og óroynda borðtennislandsliðið hevur havt tað trupult á Rodos, og endaði í bólkaspælinum nummar fimm av seks.
Fyrrapartin skuldi liðið leika ímóti Orkney. Dysturin var ein sokallað hálvfinala til at enda nummar 8, og føroyska liðið vann dystin trygt 5-2.
Kl.13 í dag verður finalan um 8. plássið leikt, og møtir føroyska liðið har Saaremaa, sum menn okkara vunnu á fyrst í kappingini.