Uppskot: Heild­ar­ætl­an skal basa kyns­lig­um brotsverkum

Tíggju løgtingsfólk andstøðuni hava lagt uppskot fyri tingið um, at landsstýrið skal gera eina nýggja heildarætlan móti kynsligum brotsverkum.

Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir, Eiriki í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámali Peturi í Grund.

 

Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri, hvussu kynslig brotsverk kunnu fyribyrgjast og basast. Samstundis skulu neyðugar lógarbroytingar leggjast fyri Løgtingið.

 

Vilja dagføra arbeiðið

 

Uppskotssetararnir vísa á, at galdandi heildarætlan um kynsligan ágang varð løgd fram í 2015, og at nógv er broytt síðani tá.

 

Sambært teimum hevur serliga talgildi harðskapurin skapt nýggjar avbjóðingar, tí talgildir pallar verða brúktir til at fáa samband við børn, ung og vaksin.

 

Tey halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk.

 

Eiga kynslig brotsverk at fyrna?

 

Ein týðandi partur av uppskotinum er at endurskoða lóggávuna.

 

Uppskotssetararnir vilja hava mett um revsing, fyrningarfreistir og heimildir hjá myndugleikunum at kanna talgild brotsverk.

 

Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað.

 

– Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig brotsverk ikki fyrna, men at tey raktu hava møguleika at fáa málini roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir.

 

KRIS eigur at verða við

 

Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða gjørd í tøttum samstarvi við KRIS, sum í nógv ár hevur arbeitt við hjálp, ráðgeving og viðgerð á økinum.

 

Harumframt verður mælt til, at heilsuverkið, løgreglan, skúlar, dagstovnar, myndugleikar og onnur við servitan verða tikin við í arbeiðið.

 

Málsetningurin eigur sambært uppskotinum at vera ein 0-hugsjón, har kynslig brotsverk ikki verða góðtikin, og har samfelagið arbeiðir miðvíst fyri at fyribyrgja teimum.