Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í økinum. Uppskotið hevur áður ligið frammi, men í sambandi við at broytingar eru gjørdar, verður uppskotið aftur lagt fram.
Rabarbukvarterið er sermerktur býlingur í Havn vestan fyri Tróndargøtu. Hetta er búseting, sum er løgd til rættis fyri góðum hundrað árum síðani. Fyrstu húsini eru bygd fyri 1920 og tey flestu húsini í tjúguárunum. Nøkur einstøk hús eru komin seinni. Býlingur hevur ein serliga tættan dám, tí næstan øll grundøkini eru 150 fermetrar til støddar við hvør sínum sethúsi á, summ við úthúsum eisini. Nøkur fá stykki eru dupult og eru tí um 300 fermetrar til støddar.
Broytingarnar eru merktar við reyðum í uppskotinum. Uppskotið sært tú her:
Tilfar, ið lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 10. juni 2026 til 22. juli 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 22. juli 2026










