Formennirnir í samgonguflokkunum løgdu í dag fram uppskotið hjá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan.
Aksel V. Johannsen, løgmaður, og Poul Michelsen, landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, byrjaðu við at siga, at uppskotið var eitt úrslit av eini samráðing við politiskar flokkar, samgonguna og vinnuligar aktørar og teir mettu, at uppskotið var ein samandráttur av teim flestu sjónarmiðunum, ið tey flestu kundu taka undir við. Poul Michelsen viðmerkti tó eisini, at hetta uppskotið ikki var eins frælslynt, ið samgongan kundi hugsa sær at byrja við.
Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum, legði sjálvt uppskotið fram. Høvuðspunktini hjá landstýrismanninum vórðu fleiri. Nøkur av teimum vórðu:
- Ognarskapurin skal verða føroyskur. Allur útlendskur ognarskapur skal úr føroysku fiskivinnuni, tó skal ein møguleiki verða fyri útlendskari fígging, í føroyskum feløgum. Eisini skulu allir manningarsáttmálar í fiskivinnuni verða føroyskir og øøll manningin skal hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
- Fiskidagar skulu umsetast til eginkvotur. Grundgevingin er millum annað, at tað er lættari at stýra kvotum enn fiskidøgum. Kvoturnar verða settar eftir fiskiskapi seinastu 10 árini og kvoturnar verða knýttar at feløgum heldur enn skipum.
- Tað skal verða størri dentur lagdur á virðisøking. Tað merkir millum annað, at alt tilfeingi skal til lands og at minst 75% av øllum tí fiskaða skal landast í Føroyum. Eini 60% av tí landaða skal bjóðast til føroysk fiskavirkir. Eisini verða nakrar kvotur bodnar út sum økisloyvir undir serligum treytum.
- Viðvíkjandi útlutingini, so verður skilt millum verandi og nýggj rættindir. Tey nýggju rættindini eru tann fiskiskapur, ið hevur verið yvir miðal seinastu 10 árini, umframt øktar kvotur, ið kunnu koma fyri. Øll nýggj loyvir verða boðin út sum stutt- og langtíðarloyvir.
Verandi loyvir verða eisini deild upp í stutt- og langtíðarloyvir, tó í mesta lagið átta ár. Støða skal so árliga takast til um tey verða longd ella tikin inn.
- Ein anti-trust lóg er eisini ein partur av nýskipanini, har ein aktørur hevur loyvi at eiga max 12% samlað, men tað kann liggja millum 15-35% á teim einstøku fiskasløgunum. Eisini fer ein brúksskylda at verða tengd uppí, har eitt loyvi fellur aftur til landið um tað ikki verður brúkt í tvey ár.
Vinnuligu aktørarnir og politikarar siga lítið konkret um uppskotið. Teir flestu vilja hava tíð at seta seg væl inn í tað fyrst.
Meir kemur um fiskivinnunýskipanina á in.fo seinni.