ÚR SAVNINUM: Tá Miðlahúsið vitjaði John F. Kennedy savnið í Boston

Í 2012 gjørdu vit eina útvarpsreportasju frá John F. Kennedy savninum í Boston

Í dag eru liðin 60 ár síðani amerikanski forsetin, John F. Kennedy varð myrdur í Dallas í deilríkinum, Texas.

 

Á vári í 2012 vitjaði tann sum skrivar hesar reglur John F. Kennedy savnið, ið er eitt sera áhugavert savn í heimbýnum hjá John F. Kennedy, Boston.

 

Við á túrinum at vitja John F. Kennedy savnið var tann tá 13 ára gamli Árni L. Simonsen av Argjum, og var ein útvarpsreportasja gjørd við upplivingunum hjá okkum báðum á savninum, ið var send á útvarpsstøðini hjá Miðlahúsinum. 

 

HER  ber til at hoyra sendingina úr savninum hjá okkum.