Urgu- og floytukonsert í Gøtu kirkju

Gøtu kirkja fekk í juni nýggja urgu, sum eisini er størsta urgan í Føroyum. Mikudagin verður høvi at hoyra urgutónleik á nýggju urguni

Mikudagin klokkan 19.30 verður urgu- og floytu konsert í Gøtu kirkju. Tað verða gøtumaðurin Helgi Breinert Petersen og danin Ib Vestergaard, sum framføra á konsertini. Helgi B. Petersen búð hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár, har hann eisini hevur nomið sær urguleikaraútbúgving frá kongaliga danska musikkonservatoriinum. 
 

Gøtu kirkja fekk í juni nýggja urgu, sum eisini er størsta urgan í Føroyum. Hendan konsertin er tí eitt sera gott høvi hjá øllum, at uppliva eina spennandi konsertskrá, spælda á nýggju urguna.
 

Á konsertini fara teir báðir, Helgi og Ib, at spæla lættan, summarsligan og glaðan tónleik eftir tónaskøldunum, Bach, Händel, Grieg og improvisatiónir yvir eldri kingoløg.