Urgukonsert: Frá katedrali til franskan gøtumarknað

Tað var dómorganisturin við Notre Dame kirkjuna í París, Olivier Latry, ið mikukvøldið 4/5-2022, hevði konsert í Hoyvík.

Herfyri varð nýggja urgan í Hoyvíkar kirkju vígd.

 

Og í gjárkvøldið slapp urgan av álvara at standa sína roynd. Urgukonsert var fyri nærum fullsettari kirkju.

 

Og tað var ikki ein og hvør, ið settist við nýggju urguna.

 

Tað var dómorganisturin við Notre Dame kirkjuna í París, Olivier Latry, ið mikukvøldið 4/5-2022, hevði konsert í Hoyvík.

 

Gudmund Mortensen fyrireikari, og urguleikari í Havnar Kirkju, dómkirkjuni, beyð vælkomin, og tók skemtiliga til, at onkur hevði spurt, um klokkarin frá Notre Dame kirkjuni eisini var komin við til Føroya.

 

Tað var hann sjálvsagt ikki, men at hesin úrmælingurin av einum urguleikara legði leiðina til Føroya, og til Hoyvíkar, var ríkiligt.

 

Eldur kom sum flest øllum kunnugt í gomlu og stásiligu Notre Dame kirkjuna fyri nøkrum árum síðani, so har er neyvan nógv hjá einum urguleikara at takast við í hesum døgum, men so kundu føroyingar ístaðin njóta væl spældar tónar.

 

Her skal ikki skrivast nakað ummæli av konsertini, tí tað kunnu onnur meira urgukøn gera.

 

Á skránni vóru klassisk verk:

 

Johann-Sebastian BACH (1685 – 1750) :

 

Sinfonia de la Cantate 29

 

 

 

(Transcription Marcel Dupré)

 

Jacques ARCADELT (1507 – 1568) / Franz LISZT

 

Ave Maria

 

 

 

George THALBEN-BALL (1896 – 1987) :

 

Variations on a theme by Paganini

 

(pour pédale solo)

 

##med2##

 

Louis VIERNE (1870 – 1937) :

 

Pièces en style libre :

 

- Légende

 

- Scherzetto

 

##med3##

 

Maurice DURUFLÉ (1902 – 1986) :

 

Choral varié sur le Veni Creator

 

##med4##

 

Jean LANGLAIS (1907 – 1991) :

 

Suite française : Nazard

 

 

 

Bert MATTER (1937) :

 

Fantaisie sur « Von Gott will ich nicht lassen »

 

 

 

Johann-Sebastian BACH (1685 - 1750) :

 

Passacaille et fugue en Ut mineur BWV 582

 

 

 

Olivier LATRY (1962) :

 

Improvisation

 

 

 

Í hesum síðsta hevði Latry fingið nótar til føroysk løg, sum hann so frítt kundi velja í millum at brúka ella ikki, og improvisera yvir. Og tað gjørdi hann – sjálvsagt til UG.

 

Hevði hetta verið eitt ummæli, og stjørnur skuldu gevast, so hevði talan verið um fult tal; 6 stjørnur. Heimskenda franska urgustjørnan lýsti bjart, og tónarnir fóru frá tí heilt minimalistiska, spakuliga, til brúsandi tónar, ið náddu hvønn krók í kirkjurúminum. Og hugtakandi var, at ein hoyrdi tónar, urguljóð, sum ein ikki visti funnust í kirkjuurgum.

 

Franski úrmælingurin tók okkum  við, og hetta var ein ferð í stórum katedralum, til franskan gøtumarknað, har onkur fransmaður í alphúgvu, spælir á lítla harmoniku. Har var alt, og hugtakandi var at síggja (tí øll vendu sær av og á aftureftir fyri at hyggja upp loftið, har úrmælingurin sat), hvussu hann við bæði hondum og beinum nýtti ljóðførið til fulnar.

 

Mong tónlistakøn taldust millum mongu áhoyrararnar, so kanska onkur setir saman nøkur orð. Men eftir stendur, at hetta var ein minnilig løta í Hoyvíkar kirku, og ein hending, ið eigur at fáa rúm í føroyskari tónleikasøgu. Hetta var ein heimsgitin urguleikari, ið var á vitjan, og eftir tey á leið fimm korterini í Hoyvíkar kirkju var ongin í iva um, hví so er.

 

Upptøka av improvisatiónini sæst her:

 

Olivier Latry: Improvisatión yvir "Harra Guð, títt dýra navn og æra" - YouTube 

 

 

 

FAKTA:

 

Soleiðis stendur at lesa um Latry á facebook-vanganum hjá Hoyvíkar kirkju:

 

Olivier Latry telist í dag millum gitnastu organistar í heiminum og ferðast í nógvum londum og heldur konsertir. Herfyri spældi hann fyri norsku Sonju drotning.

 

Olivier Latry er føddur í 1962. Hann vaks upp har norðuri í Frankaríki, og byrjaði hann at lesa á Conservatoire National Région de Saint-Maur des Fossés.

 

Í árunum 1981-1985 var Olivier Latry urguleikari í Meaux, og sum 23 ára gamal vann hann eina kapping, ið tryggjaði honum høgt virda embætið sum ein av trimum urguleikarum í dómkirkjuni Notre Dame í París.

 

Olivier Latry fekk í árinum 2000 ’Prix de la Fondation Cino et Simone Del Duca’ fyri sína granskan og sínar framførslur í urguspæli.

 

Í 2006 fekk hann ’Honoris Causa’ fra North and Midlands School of Music og í 2007 virðisløn frá Royal College of Organists. Í 2010 fekk Latry heiðursskjal frá McGill University i Montreal. Í 2009 bleiv hann kosin ‘International Performer of the Year’ hjá American Guild of Organists í New York.