Hóskvøldið 4. august fer organisturin Martin Nipgaard at spæla upp á urguna í Havnar kirkju.
Martin, ið er tónleikalesandi á konservatoriinum í Aar-hus, haðani hann tekur kirkjumusikalskt embætisprógv komandi ár, hevur seinastu trý summrini verið vikarur í Vesturkirkjuni og í Havnar kirkju.
Í einar 40 minuttir fáa vit høvi til at lurta eftir tónleiki eftir Buxtehude, Bach, Boéllmann og Chick Corea, ið er jazzmusikari.
Kvøldartónleikurin byrjar kl. 19.30.