USA sendir fleiri herfólk til Miðeystur

Heilsumálaráðharrin í Libanon upplýsti seinnapartin, at í minsta lagi 274 fólk eru deyð í ísraelskum álopum í dag.

Myndin er frá ísraelskum álopum á bygdina, Taybeh í Libanon, fyrr í dag.

Ísraelski herurin hevur bumbað mál í Beirut í Libanon seinnapartin í dag. 

 

Tað upplýsir IDF, sum ísraelska verjan verður stytt, á X, fyrrverandi Twitter, seint í dag.

 

Heilsumálaráðharrin í Libanon upplýsti fyrr í dag, at í minsta lagi 274 fólk eru deyð í ísraelsku álopunum.

 

Tíðindastovan, Reuters, veit at siga, at ísraelsku álopini seinnapartin hava havt Hizbollah-kommandantin, Ali Karaki, sum mál.

 

Og ísraelska ávísin, Haaretz, sigur seinnapartin, at Ali Karaki er dripin.

 

Í dag vita útlendskir tíðindamiðlar eisini at siga, at USA nú sendir fleiri deildir til Miðeystur, eftir at kríggið millum Ísrael og Hizbollah herðist.

 

Pentagon-talsfólkið, Pat Ryder, vil einki siga um, hvønn leiklut amerikansku deildirnar ella herfólkini skulu hava í økinum.

 

- USA hevur frammanundan 40.000 herfólk um hesar leiðir, og nú verður stúrt fyri, at kríggið í Miðeystri verður enn meira umfatandi, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin er frá ísraelskum álopum á bygdina, Taybeh í Libanon, fyrr í dag.