Útseta ríðikapping fyri veður

Árliga Leynavatnskappingin er útsett til í morgin

Í dag skuldi árliga ríðikappingin vera við Leynavatn. Men hugsingur er ikki um at ríða kapp við Leynavatn í dag.

 

Tað er Føroya Ríðingarfelag, ið skipar fyri hesari kapping, og tey vóna, at vatnið er so minkað, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum í morgin.

 

Kappast verður í ymiskum greinum: Skeið, tølt, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvísport 1. flokkur. Eftir kappingina verður stuttleikakappríðing.