Uttanríkisráðið gevur enn sum áður innlit í frágreiðingina hjá Simon Anholt

Sigmundur Ísfeld, Deildin fyri Alment Diplomati, Uttanríkisráðið
-----------


Uttanríkisráðið hevur seinastu tíðina verið fyri ákoyringum í sambandi við frágreiðingina um kappingarsamleika Føroya, sum bretski serfrøðingurin Simon Anholt hevur skrivað fyri Uttanríkisráðið. Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at Uttanríkisráðið skal hava noktað alment innlit og dylur frágreiðingina. Hetta er ikki rætt.

Innlit
Ein og hvør kann biðja um, og fær, innlit í frágreiðingina um kappingarsamleika Føroya, ið bretski serfrøðingurin Simon Anholt hevur skrivað. Nógv hava longu nýtt henda møguleika. Annað er, at Uttanríkisráðið í sambandi við játtan av innliti hevur boðað frá, at frágreiðingin verður latin til egna nýtslu, og ikki má endurprentast ella leggjast á alnótina. Hetta er tó bert galdandi fyri enskt mæltu útgávuna. Tað er ein skylda, ið vit hava mótvegis høvundanum.

Uttanríkisráðið hevur gjørt ta avtalu við Simon Anholt, at við fyriliti fyri hansara copyright verður upprunaliga enskt mælta útgávan av frágreiðingini ikki løgd á heimasíðuna. Hetta er ein spurningur um rættin til andsverk (fíggjarlig áhugamál hjá høvindinum).

Tó hevur Uttanríkisráðið sjálvsagt tryggjað sær, at ráðið kann leggja eina føroyska týðing á heimasíðuna, soleiðis at føroyski almenningurin lættliga kann lesa frágreiðingina. Frágreiðingin verður eftir ætlan tøk á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum (www.mfa.fo) í næstu viku.

Íverksetan
Vit hava fingið nógvan lærdóm í tilgongdini og eina áhugaverda frágreiðing at arbeiða víðari við til tess at menna og fremja eitt gott føroyskt brand, eina meira miðvísa og strategiska marknaðarføring av Føroyum. Slíkt hevur leingi verið umbiðið av nógvum ymsum pørtum í vinnuni. Nú hava vit eitt grundarlag, og so er upp til bæði almenna og privata geiran at fáa okkurt munagott burturúr.

Uttanríkisráðið er farið undir næsta stig av verkætlanini og arbeiðir í løtuni við at skipa eina arbeiðsskrá fyri at marknaðarføra Føroyar. Samband fer at verða tikið upp aftur við viðkomandi stjórnarráð og vinnupartarnar fyri at fremja eina skilagóða og miðvísa marknaðarføring av Føroyum og føroyskum vørum og tænastum. Eitt fyrsta stig á leiðini verður at gera eina handbók, sum fyritøkur, einstaklingar og felagsskapir kunnu brúka, tá tey skula marknaðarføra Føroyar uttanlands.
Uttanríkisráðið fer framhaldandi at kunna um hetta arbeiði. Áhugaði eru eisini vælkomin at seta seg í samband við Deildina fyri Alment Diplomati, um tey ynskja nærri kunning um verkætlanina.