Fríggjadagin lat landsstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, so umsíðir hoyra frá sær. Tað var ikki annað enn uttanumtos, og við sera tunnum grundgevingum, roynir hann at grundgeva fyri sentralstýrðingini av eldraøkinum og varðveitslu av nøkrum størvum í miðfyrisitingini, sjálvt um økið er lagt út til kommunurnar at umsita.
Mín pástandur er enn tann sami. Fyrst og fremst, so er trýstið og treytirnar frá landsmyndugleikunum til at nýta ávísar kt-skipanir, einans fyri at uppihalda einari sentralstýrðing av eldraøkinum, og so annars fyri at varðveita nøkur størv í miðfyrisitingini, sum annars høvdu verið óneyðug.
400,- mió. kr. verða fluttar frá landinum til kommunurnar at umsita, og eigur tað at viðføra broytingar. Eg eri als ikki úti eftir at fólk skulu sigast upp í miðfyrisitingini, tí tað havi eg fyri so vítt onga meining um. Tað eg vil vísa á er, at tað er als ikki rætt, at nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøki, at miðfyrisitingin framhaldandi skal arbeiða, sum onki er broytt. Og fyri at tryggja sær at onki broytist, so áleggur man bara kommununum nýggjar og herdar treytir, sum í veruleikanum bert rættvísgera útsagnirnar hjá Ben Arabo til fulnar. Lat okkum bara gera tað so torført, stirvið og ómøguligt, sum møguligt. So er nokk av umsitingarligum arbeiði til allar hendur (mín tulking).
Landsstýrismaðurin roynir at forsvara gongdina í kt-málinum, við m.a. møguleikanum við samanberingum millum kommunur. Hann vísti á í samrøðu við kvf, at tað var eitt sera hent amboð, at kommunur kunna t.d. samanbera kostnaðin av barnaansing í dag. Tað er eisini rætt. Tær samanberingar vera í dag gjørdar, við teimum skipanum kommunurnar í dag longu hava. So tað er ongin grundgeving fyri treytunum, í samband við útleggingina av eldraøkinum. Vit samanbera longu í dag uppá “kryds og tværs” millum kommunur.
Vit kunna seta nakrar spurningar, sum so ella so lýsa málið:
- Hví skulu aðrar skipanir til, fyri at gera samanberingar á eldraøkinum, tá vit longu hava skipanir, ið kunna tað?
- Hví skulu kommunurnar, tær sum vilja og hava førleikan til tað, ikki sleppa at flyta lønir á eldraøkinum, og nýta tær skipanir vit longu hava í dag, til tað?
- Hví skal lønarkontóri hjá eldratænastunum runt um í landinum verða í Tórshavn, í miðfyrisitingini?
- Hví fáa vit sum kommunur ikki møguleikan at menna og styrkja um tær kommunalu umsitingarnar, sum annars var eitt av aðalmálinum við útleggingum av málsøkjum?
- Hví skulu serlig krøv setast til roknskapin á eldraøkinum, sum ikki vera sett til onnur samstørv. So sum Barnaverndartænasturnar?
- Hví skulu kommunur tvingast at nýta tvær ymiskar skipanir, til somu uppgávur (eina til eldratænastuna, og eina onnur kommunal málsøkir)?
- Hví vil man frá landsins síðu tvinga eitt dýrkandi millumlið millum land og kommunur inn, tá tað ikki er neyðugt?
- Hví skulu vit tvingast at rinda fyri nýtslurættin av kt-skipanum, sum vit í veruleikanum ikki hava tørv á, og kanska enntá ikki ynskja at brúka?
Soleiðis kundi eg hildið áfram at sett spurningar. Men í veruleikanum vænti eg bert meira uttanumtos. Tí kt-skipanir í sjálvum sær, og aðrar undarliga treytir, eru ikki veruligi trupulleikin. Veruligi trupulleikin er enn tann sami. Eldraøki er kommunalt nú, men man vil ikki sleppa sentralstýrðingini úr Havn. Kt-skipanir v.m. eru bert eitt amboð til at uppihalda hesa sentralstýrðing, og evt. varðveita nøkur størv.
Vit hava nú ein gyltan møguleika at gera tær broytingar og tillagingar, sum eiga at vera gjørdar, og so eldraøki verður so einfalt, greitt og bíligt at umsita, sum tað nú einaferð hóskar til Føroyar. Vit hava ein gyltan møguleika at skipa økið, so teir eldru borgara koma miðdepilin, og kunna fáa eina enn betri tænastu í framtíðini. Hví ikki nýta hendan møguleikan nú?
Jóhan Christiansen