Vágamenn hava kós í bestu deildina

1.DEILD: Nú tað resta tríggir dystir eru fimm stig aftur til avbjóðaran

Tað er heilt nógv, sum bendir á, at Vágar í 2021 fara at eiga lið í bestu fótbóltsdeildini, og at tað harvið næsta ár verður sunnudagsfótbóltur á Dungasandi í Sørvági.

07 Vestur flutti niður í 2018. Tá endaði 07 Vestur aftast við 17 stigum – eitt stig færri enn AB.

Í kvøld hevði 07 Vestur vitjan av teimum næstbestu hjá AB. Undan vitjanini í Sørvági í kvøld var AB næstaftast við 22 stigum, og 07 Vestur var á bronsuplássi við 42 stigum.

Heimaliðið á Dungasandi í Sørvági vann 1-0. Málið skoraði Predrag Jeremic við brotssparki longu, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir.

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná. 07 Vestur vann tíggju hornaspørk, og AB vann eitt hornaspark, og 07 Vestur hevði ellivu royndir á og framvið AB málinum, meðan AB hevði tríggjar royndir ímóti 07 Vestur málinum.

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur hevur 45 stig og er fimm stig undan B68. Bæði 07 Vestur og B68 hava spælt 24 dystir.

07 Vestur skal leygardagin spæla á útivølli ímóti B71, mikukvøldið um eina stóra viku á útivølli ímóti B68 og í síðsta umfari á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

Umframt á heimavølli ímóti 07 Vestur mikukvøldið um eina viku skal B68 spæla nú leygardagin á heimavølli ímóti FC Hoyvík og í síðsta umfari á útivølli ímóti B71.

Soleiðis sum støðan sær út nú, so flytur 07 Vestur beinleiðis upp í bestu deildina, hóast toftamenn í trimum teimum síðstu umførunum vinna ímóti 07 Vestur og hinar báðar dystirnar, og 07 Vestur vinnur ímóti FC Hoyvík og á Sandi.

Síðsta ferðin, at 07 Vestur tapti, var 26. juli. Tá ið vágamenn fóru av Argjum við 2-1 tapi. Síðani hevur úrtøkan hjá Heðini Askham og hansara monnum verið tíggju sigrar og ein javnleikur, og nú bendir heilt nógv á, at 07 Vestur í 2021 fer at spæla í bestu deildini.