Víkingur setir met

Samansetta liðið hevur kós ímóti størri úrtøku enn nakrantíð áður, og í hvussu so er silvurkrónurnar eru framvegis í ljósmála

Sunnudagin verður oyggjauppgerð og grannauppgerð í Sarpugerði, tá ið NSÍ kemur at vitja Víking.
Fyrr í summar var NSÍ við í telv­ingini um oddasessin, men soltna úrtøkan síðani í juni mánað hev­ur borið við sær, at NSÍ ikki hevur møguleika at blanda seg í kapp­ingina um heiðursmerkini.
Tá ið NSÍ í 2007 við Jógvani Martin Olsen við róðrið vann FM fyri fyrstu ferð, var úrtøkan 61 stig. Tað er hægsta stigatalið, sum nakað felag higartil hevur vunnið.
NSÍ metið frá fyri fýra árum síðani stendur fyri falli. Fýra umfør undan kappingarenda hava B36 og EB/Streymur ávikavíst 55 og 53 stig, og tað er eisini møguleiki fyri, at Víkingur skal røkka magiska tal­inum, sum Víkinga venjarin í 2007 var við til at røkka saman við lið­num, sum hesa ferð vitjar í Gøtu.
At tað ikki bara hevur gingið væl hjá Víkingi, men eisini hjá B36 og EB/Streymi ber við sær, at í løtuni liggur tað til, at Víkingur skal vinna bronsukrónurnar. Tað kann tó broyt­ast, um tað eydnast Víkingi at vinna á NSÍ og so at vinna á EB/Streymi á útivølli í 25. umfari.
Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Tað ber við sær, at tað er kapping um plássini. Í stórsigrinum á 07 Vestur fyri einari viku síðani vóru ungu menninir Kaj Leo í Bartalsstovu og Páll Klettskarð millum teir fyrstu ellivu. Teir stóðu seg væl, og tí hevur Jógvan Martin Olsen positivan trupulleika at taka støðu til.
Tá ið NSÍ tapti 5-1 í Klaksvík vóru fleiri umskipingar gjørdar sammett við undanfarnu umførini, og undir dystinum varð aftur umskipað.
Heðin á Lakjuni var ikki við í Klaksvík. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.