Grannauppgerðirnar millum Víking og ÍF í fjør endaðu serliga í tveimum førum við fyrimuni til fuglfirðingar, sum fyrst vunnu seg í steypafinaluna og síðani »stjólu« europeiska atgongumerkið frá Víkingi í evstu løtu. Gamaní, er ÍF enn við í steypakappingini, men annars líkist hetta nógv meira einum góðum ári hjá Víkingi.
Dysturin teirra millum mánakvøldið hevði tað nógva av tí, sum ein góð grannauppgerð skal hava, men kanska gjørdist tað eitt sindur lumpisligt, at einasta og avgerandi málið longu kom í sjeynda minutti, tá Sølvi Vatnhamar sendi fríspark í høvdið á Finni Justinussen, ið skallaði bóltin í málið aftan fyri Jákup Mikkelsen. Hetta gav Víkingi 1-0, og soleiðis endaði dysturin eisini.
Við lotinum undan, hevði Víkingur munin fyrstu trý korterini, men eftir steðgin vóru fuglfirðingar nógv meira bragdligir og høvdu onkran góðan málmøguleika. Tann størsta mundi Dánjal á Lakjuni eiga, men Geza Turi í málinum hjá Víkingi stórbjargaði.
– Vit vóru undir trýsti fyrstu 10 minuttirnar, men síðani komu vit meira upp í part, og í seinna hálvleiki høvdu vit tak á. Mótstøðumenninir lógu aftarlaga og spældu nógv við longum sendingum, segði veteranurin í ÍF-málinum, Jákup Mikkelsen, ið harmaðist um tapið, sum hann helt vera óneyðugt.
Hinvegin var venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, væl nøgdur við sigurin mánakvøldið:
– Okkara menn stríddust væl. Talan var um tætta uppgerð, og vit eru væl nøgdir við, at vit vunnu við einum máli. Í seinna hálvleiki høvdu teir okkurt innlegg og horna, men vit hildu teimum frá teimum stóru møguleikunum, staðfesti hann.
Sigurin lyfti Víking upp á næstfremsta plássið, har liðið bara er eitt stig aftan fyri oddaliðið, B36. Hinvegin hevur byrjanin hjá ÍF verið alt annað enn góð, tí ÍF liggur beint oman fyri niðurflytingarstrikuna, enntá við sama stigatali sum 07 Vestur, ið er undir strikuni.