Væl løntur bankastjóri

Forstjórin í bretska bankanum Barcleys, Bob Diamond, fer ikki at líða nakra neyð fyribils, tí umframt ta føstu lønina fær hann munagott bonus fyri arbeiði sítt. Kringvarpið BBC veit at siga, at Bob Diamond fekk 250.000 pund í vanligari løn í 2010, men harafturat fær hann 6,5 milliónir pund í bonus fyri árið í fjør. Sum skilst verður meginparturin av bonussamsýningini latin honum sum partabrøv.

Bob Diamond tók við forstjórastarvinum í Barcleys fyrst í hesum árinum. Frammanundan var hann leiðari fyri íleggingardeildini hjá bankanum, og tað er fyri avrikið í tí starvinum, at hann fær bonus. Sum forstjóri fær hann munandi meiri í fastari løn enn í fyrrverandi starvinum, sigur BBC.