Vælferðarsamfelagið í 21. øld: Skúlapolitikkur

Nú, vit nærkast aldarskiftinum, er spennandi at vita, hvussu samfelag okkara verður í komandi øld. Norðurlendska vælferðarsamfelagið hevur í heimshøpi verið fyrimyndarligt fyri allar tjóðir. Hugsjónin, at vit øll í felag í samfelagnum bera byrðarnar og taka okkum av teimum, ið ikki megna at klára seg, hevur givið norðurlondum eina serstaka vælferð í mun til onnur lond. Øllum verður tryggjað eftirløn, sjúkrarøkt og skúla, og hevur tað havt við sær, at neyð og vesaldómur at kalla hava verið ókend fyribrigdi hjá okkum. Men fyri at hetta hevur kunnað latið seg gjørt, hava norðurlondini m. a. havt eitt skattatrýst, ið telist millum tey hægstu í heiminum, og tað er helst treytin fyri at hava eitt vælferðarsamfelag.

Í Føroyum verður í hesum døgum nógv tosað um at lækka skattin, og er tað nakað, ið vit øll vilja taka undir við. Tó mugu vit minnast til, at skulu vit varðveita eitt samfelag, ið kann geva eina nøktandi heilsurøkt, ið øll kunnu njóta gott av, og ein skúla fyri øll, so er neyðugt við einum ávísum skattatrýsti. At siga nakað annað er ósatt.

Skúlin fyri øll hevur í nógv ár verið grundhugsjónin í okkara fólkaskúla. Tey seinnu árini hevur skúlin kanska havt torført við at liva upp til hugsjónina, men hetta hevur so verið aðaltátturin, at øllum skulu tryggjast javnbjóðis møguleikar at útbúgva seg. Fyri framhaldandi at varðveita vælferðina er umráðandi, at vit halda fast um »fólkaskúlan«. Hugskotið við privatskúlum er ivaleyst frálíkt, og skal eisini tann møguleikin vera, men uppgávan hjá tí almenna er fyrst og fremst at stuðla og menna tann almenna fólkaskúlan, og tá ið vit longu nú síggja, at samfelagið ikki orkar at fíggja fólkaskúlan, so má ein møgulig privatskúlaskipan verða fíggjað av brúkarunum.

Vit hava fyri stuttum fingið eina nýggja fólkaskúlalóg, ið hevur stórbroytingar við sær innan skúla okkara. Breytatilboð, toymisarbeiði o. a. setir stór krøv til lærarar framyvir, men so sanniliga eisini til næmingar, heim, skúlastýri og ikki minst til teir játtandi myndugleikarnar. Tey tilboð og krøv, ið liggja í skúlalógini, krevja at ytru karmarnir verða dagførdir.

Kunningartøknin (KT) verður í alt størri mun stýrandi í samfelagnum, og kemur hon eisini at merkja gerandisdagin í skúlunum alt meiri. Í nógvum skúlum er KT longu vorðin vanlig, men aðrir eru, ið ikki hava fingið neyðugu útgerðina enn. Mær tykir, at størsta avbjóðingin hjá skúlanum er at fáa KT at vera ein part av vanligu fakunum, heldur enn eitt sjálvstøðugt fak. Kunningartøknin gevur nógvar møguleikar, og nógvir av teimum eru ikki troyttir nóg væl enn. Tað kann tykjast óskiljandi, at eitt samfelag sum okkara ikki hevur lagt størri orku í at skapa møguleikar fyri fjarundirvísing. Í fólkaskúlanum er hetta neyvan rætt at gera, men tá ið vit koma til eldri næmingar, vildi eg mett, at vit í nógvum førum kundu fingið eina betri og bíligari undirvísing.

Eitt afturvendandi hugtak tey nógvu seinnu árini, hevur verið: kappingarføri. Teir, ið hava brúkt tað mest, hava tó meint lønarniðurskurður, og tá skapar tað tíverri ikki kappingarføri, men er ein ússaligur studningur. Kappingarføri harafturímóti merkir menning, virðisøking, vitanarøking o. s. fr. Skulu vit standa okkum í kappingini og økja okkara kappingarføri gerst tað bert við hava ein skúla, ið verður raðfestur frammalaga í samfelagnum. Tíverri hevur tørvandi játtan á fíggjarlógini tey seinnu árini havt við sær, at fólkaskúlin er skerdur alt ov nógv. Neyvan er hetta gongda leiðin, um vit vilja menna hetta samfelagið. Kanska kemst hetta av, at áhugin fyri skúlanum er alt ov lítil millum politikkararnar. Okkurt illsinnisgleps eftir almentløntum viðhvørt, men einki forvitni um sjálvt innihaldið í skúlanum, hvørjir tankar eru frammi í skúlahøpi o. s.fr. Kanska er tað orsøkin til, at teir hava viðtikið eina lóg, men ikki hava lagt upp fyri teimum neyðugu útreiðslum, ið krevjast fyri at seta hana í verk.

Lat meg enda við at siga, at ein avgjørd fortreyt fyri framhaldandi at vera eitt vælferðarsamfelag er, at vit halda fast við og útbyggja skúlan fyri øll.

Karen Blixen segði einaferð: »Skúlin er ikki lívið, og lívið lagar seg ikki eftir skúlanum, tí má skúlin laga seg eftir lívinum.«


Petur Páll Mikkelsen