Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark hevur Javnaðarflokkurin altíð verið flokkurin, sum hevur gingið nýggjar leiðir og funnið loysnir. Hetta gjørdu vit í 1948 við Heimastýrislógini, við avtaluni um ráevnini í undirgrundini í 12992 og við Yvirtøkulógini í 2005, segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard á tíðindagundinum í morgun.
Hann vísti á, at skráin útilokandi snúði seg um mál, sum viðkomu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, meðan tey heimligu málini ikki blíva umrødd.
Flokkurin hevur annars onga avgjørda støðu til ríkisfelagsskapin sum so, men vil altíð velja tær loysnirnar, sum eru best fyri føroyingar.
Tað er føroyska vælferðin, sum hevur størstan týdning. Fáa vit hana innan fyri ríkisfelagsskapin, so er tað har, vit vilja vera. Og fáa vit størri vælferð sum sálvstøðug tjóð, er tað tað vit vilja, segði Jóannes Eidesgaard.
Skulu vit framhaldandi kunna menna okkum sum tjóð er neyðugt, at vit sleppa fram at altjóðagerðini.
Vit mugu royna at fáa allar forðanir burtur, so vit í størri mun kunnu fremja uttanríkismál, segði løgmaður.
Hann vísti annars á, at við yvirtøkulógini hava føroyingar fingið besta amboðið, vit nakrantíð hava havt. Nú er tað fullkomiloiga upp til løgtingið at gera av, nær yvirtøkurnar verða framdar.
Atlimaskap í FAO
Vit vilja taka altjóða ábyrgd, og vit vilja sita við borðið, tá altjóða veðurlagsstevnan verður í Keypmannahavn í 2009, segði løgmaður.
Hann metir tað hava alstóran týdning fyri okkara umdømi, at vit eru við og eru sjónlig á altjóða pallinum, tá tað ræður um menningarhjálp.
Tað er av stórum týdningi, at vit hava vunnið okkum sóma úti í heimi við at lata menningarhjálp. Seinastu árini er hendan játtanin vaksin úr 300.000 krónum upp í fýra milliónir, vísti Jóannes Eidesgaard á.
Eitt annað mál, sum løgmaður metir hevur stóran týdning, er atlimaskapur í FAO, sum er altjóða matfelagsskapurin.
Føroyskur atlimaskapur í FAO verður viðgjørdur í Rom í komandi viku, og tað er alt, sum bendir á, at vit fara at fáa hendan limaskapin, segði løgmaður.
Sum fiskivinnutjóð er tað av stórum týdningi, at vit fáa atlimaskap í FAO, tí hesin felagsskapur umsitur øll matvøruviðurskifti.
Eisini umhvørvi hevur stóran týdning fyri flokkin, og víst var á, at Javnaðarflokkurin var einasti flokkur, sum tók fult undir við Kyoto-avtaluni, eisini tá tað snúði seg um at binda okkum til niðurskurðin í CO2-útlátinum.
Saman við sosialdemokratunum
Spurdur, hvat eitt javnaðarumboð fór at gera, um tað gjørdist tungan á vágskálini segði løgmaður, at teir søguliga hava verið í tøttum samstarvi við Sosialdemokratunum.
Einasta tíðarskeið vit ikki hava havt eitt samstarv við sosialdemokratarnar, var í skeiðinum, sum byrjaði í 1998. Tá var eg sjálvur fólkatingslimur og valdi at vera leysgangari orsakað av vánaligu viðurskiftunum, sum tá vóru millum Føroyar og Danmark. Men viðurskiftini eru nógv betri nú, og vit eru einasti flokkur, sum peikar á Helle Thorning-Smith sum komandi danskan stórnarleiðara, segði Jóannes Eidesgaard.
Men líka vist tað er, at eitt javnaðarumboð fer saman við sosialdemokratunum, líka greitt stendur tað, at Norðuratlantsbólkurin fær økta umboðan, verður Javnaðarflokkurin at finna á danatingi.
Vit fara ikki upp í Norðuratlantsbólkin undir verandi líki. Bólkurin er ein reinur loysingarbólkur sum er, og tað síggja vit onga meining í, slegði løgmaður fast.
Annars fer eitt javnaðarumboð at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í EFTA, eins og arbeitt fer at verða fyri, at beina forðingar av vegnum so Føroyar sleppa fram at slíkum skipanum sum eitt nú EBS-skipanini.
Hinvegin er spurningurin um loysing ella samband ikki nakað, sum flokkurin hevur nakra avgjørda støðu til. Tað, sum flokkurin er mest áhugaður í, er at skapa ein dynamiskan felagsskap, har føroyska vælferðin er í hásæti.
Og tað er fyrst og fremst vælferðin, ið Javnaðarflokkurin leggur størstan dent á, eisini til fólkatingsvalið komandi.
Kirstin Strøm Bech, Vágur
Edith Dahl, Tórshavn
Jóannes Eidesgaard, Tvøroyri
Gudny Diana Hentze, Sandur
John Johannessen, Tórshavn
Jónleif Johannesen, Klaksvík
Vilhelm Johannesen, Klaksvík
Randi í Jógvanstovu, Leirvík
Gerhard Lognberg, Skopun
Kristian Magnussen, Tórshavn
Heðin Mortensen, Tórshavn
Helena Dam á Neystabø, Tórshavn
Óluvá Niclassen, Velbastaður
Jóngerð Nielsen, Vestmanna
Nita Næs, Hvalba
Andreas Petersen, Gøta
Dan Reinert Petersen, Fuglafjørður
Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík
Hans Pauli Strøm, Vestmanna
Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði
Mikkjal Sørensen, Porkeri
Eileyg Weihe, Sørvágur