Vónbrot í Keypmannahavn

Fótbóltur: FCK og Todi Jónsson megnaðu ikki at basa heimsstjørnunum hjá Chelsea

London felagið Chelsea eigur síni viðhaldsfólk í Føroyum ? í hvussu so er vita vit um tríggjar havnarmenn, sum hava verið í Onglandi og hugt at teimum! ? og teir hava ivaleyst tikið á við sínum felagi og fegnaðust tískil um úrslitið í Parkini í Keypmannahavn hóskvøldið, men tað man heilt víst vera soleiðis, at nógv teir flestu fótbóltshugaðu føroyingarnir tóku á við FCK og tískil vóru sera vónbrotnir, tá tíðin var farin, og tað var sligið rimmar fast, at FCK heldur ikki fram í Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar í ár. Chelsea vann 1-0, og eftir 1-1 í London hevur tað við sær, at teir halda fram í kappingini, sum er hin seinasta nakrantíð. Chelsea kann gerast søguligt, tí um teir røkka finaluni og vinna hana, so verður tað fyrstu ferð síðani farið varð undir hesa kappingina í 1961, at sama felag vinnur tvey ár upp í slag.


Danska sjónarhornið

Eitt var úrslitið og eitt annað var spurningurin um, hvør vítt Brian Laudrup fór at spæla við ella ikki.

Brian Laudrup spældi við, og hann var so at siga orsøkin til úrslitið. 32 minuttir vóru farnir, tá eingilski landsliðsmaðurin Le Saux strey ígjøgnum í vinstru síðu, stútarin hjá Casiraghi endaði á tvørtrænum, og Brian Laudrup sendi returin í netið ? við høvdinum. Eitt er at hann so at siga ongantíð skorar við høvdinum, og eitt annað er, at tað var lagnunnar speisemi, at hann skuldi senda FCK, sum tað hevur verið skrivað og tosað so nógv um, at hann skal spæla fyri, út úr europeisku kappingini.

Í sambandi við dystin hóskvøldið gjørdist tað annars greitt, at Brian Laudrup kemur ikki heim til Danmarkar júst nú. Evsta mark fyri sáttmálum til spælarar, sum skulu spæla í donsku landskappingini í heyst, var í gjár, og eingin sáttmáli verður skrivaður millum FCK og Brian Laudrup fyrr enn í fyrsta lagið mánadagin.


Føroyska sjónarhornið

Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Tað var altíð væntandi, at Kim Brink fór at seta Thomas Thorninger og David Nielsen í fremstu røð, og tað gjørdi hann eisini. Útgangsstøðið var, at álopsmenninir skuldu hava verjuskyldur, og tað hevði við sær, at sjálvt um FCK spældi hampuliga væl, og avgjørt ikki var niðurspælt, so høvdu teir ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Thorninger hevði ein í 1. hálvleiki, men megnaði ikki at royna dragingina framvið málverjanum, og so var tað Todi Jónsson, sum í 2. hálvleiki hevði størsta møguleikan.

FCK venjarin setti Toda inn, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Føroyski spælarin hevði bara álopsuppgávur, tí keypmannahavnararnir kendu seg noyddar at spenna bogan fyri at javna.

Todi fekk møguleikan bara nakrar fáar minuttir, eftir at hann var komin inn. Uppspælið var úr vinstru, ein verjuspælari bjargaði fyrstu royndini á málstrikuni, bólturin stakk út aftur til Toda, sum mitt fyri málinum og átta metrar úti við høgra beinið sendi omanfyri samankomingina til høgru fyri seg sjálvan. Inni undir málinum stóðu tríggir mótstøðumenn, men tað var meiri enn harmuligt fyri FCK og serliga fyri Toda, at bólturin fór omanfyri.

Í staðin fyri at vera hetjan, sum allir høvdu flokkast um, so var tað leikluturin hjá Toda aftaná at hoyra venjarin siga fyri fjølmiðlunum, at liðið hevði spælt væl, teir høvdu hildið seg til tað, sum var avrátt, teir høvdu spælt seg til møguleikar (ímóti endanum hevði David Nielsen ein møguleika), men teir høvdu ikki verið nóg dugnaligir inni undir málinum. Tað er stutt millum hetjuleiklutin og tað, sum er tað mótsatta av tí.

Vit kunnu bara staðfesta, at hjá Toda gongst tað ikki væl at fáa burturúr góðum møguleikum, tá Euro Sport sendir úr Parkini, og FCK og Todi Jónsson eru annar parturin. Møguleikin hjá føroyska spælaranum hesa ferð var ikki so stórur, sum tann var, sum hann hevði, tá Ajax og FCK spældu vinardyst, men tað var sera harmuligt, at tað ikki eydnaðist.