Undan dystinum skrivaðu vit her í blaðnum, at talan eftir øllum at døma var um seinasta útkall fyri FS Vágar. Enn er kappingin ikki liðug, men fingust stig ikki burtur úr heimadystinum móti B71, tóktist ilt at síggja, hvaðani stigini skuldu koma.
Í fyrra hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at tað júst var í hesum dysti, at ein møgulig bjarging skuldi finnast.
Heimaliðið byrjaði kanska betri, men so við og við tóku gestirnir yvir, og hóast tað sum so ikki gjørdist talan um nakrar stórar málmøguleikar, so áttu sandoyingarnir alt trýstið.
Um miðjan fyrra hálvleik gav trýstið eisini úrslit, men sum skilst á lagnum fingu sandoyingarnir tá eisini góða hjálp frá Remigius Mikocionis.
Julian Florescu dróg nakað við bóltinum, áðrenn hann sendi tvørbólt til Høgna Hansen. Remigius var ávegis út eftir bóltinum, og allarhelst hevði hann fingið fatur á honum, men brádliga skifti hann ætlan, og bakkaði inn aftur í málið. Úrslitið varð, at Høgni brádliga gjørdist púra leysur og einsamallur við málverjanum kundi hann senda bóltin í netið.
Nakað seinni hevði Eli Hentze ein líknandi møguleika, men hann varnaðist ov seint, at Remi var komin í millumstøðu, so tá Eli royndi at lobba, var Remi komin aftur upp á pláss.
Hvat vágamenn høvdu fingið at vita í hálvleikinum, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum tóktist liðið fulolkomuliga broytt, tá teir fóru á vøllin til seinna hálvleik.
Í nærdystunum tóktust teir nú nógv grammari, og tað at Birgir varð settur í álopið viðførdi, at heimaliðið fekk betri tak á luftrúminum.
Tað var eisini úr luftrúminum, at útjavnandi málið há heimaliðnum kom. Hornaspark varð sent innfyri, og Birgir fekk sett pannuna á, so bólturin fór sendandi í málið.
Nakað seinni fekk heimaliðið avgerandi málið, og hóast tað tóktist heldur rótut, so man tað ikki nerta við gleðina um sigurin.
Eftir at fríspark varð sent innfyri, varð bólturin fyrst sendur høgt upp loft, og tá hann so datt niður millum vinir og fíggindar, var Hannus Olsen skjótur at smekka til. Waldemar sá valla, hvat gekk fyri seg, og spurningurin er helst, um tað hevði hjálpt nakað.
Málini øktu sjálvsagt um sjálvsálitið hjá vágamonnunum, og eftir hvat skilst, var tað nærri við, at heimaliðið økti um munin, heldur enn at gestirnir minkaðu.
Bjargingin hómast
At kalla sigurin fyri tiltrongdan, man helst vera ein undirmeting av teimum heilt stóru.
Hóast dystirnir ikki verða spældir á pappírinum, so mundi hetta vera dysturin, har vágamenn sóu sær størstan møguleika at vinna stig, og fyri bjargingarroyndina var tað tí av alstórum týdningi, at sigurin kom til høldar.
Styrktir í støðu síni kunnu vágamenn nú gera seg til teir báðar seinastu dystirnar, og hóast hvørki GÍ ella KÍ ljóðar av eini lættari uppgávu, so kann tað tó vera til fyrimuns fyri vágamenn, at hvørgin av hesum hevur nakað at spæla.
Harafturat skal leggjast, at júst KÍ og GÍ hava havt tað sera trupult móti FS Vágum, og henda sannroynd eigur í øllum førum at stuðla upp undir trúnna um yvirliving hjá vágamonnum.
Ein týdningarmikil liður í øllum hesum er tó eisini, um Tór-Ingar Akselsen verður førur fyri at taka lut í teimum báðum seinastu dystunum.
Sunnudagin var hann enn ikki komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk móti B36, men sum skilst, vóna vágamenn, at hann verður førur fyri at spæla komandi vikuskiftið.
FS Vágar-B71 2-1 (0-1)
0-1: Høgni Hansen 28
1-1: Birgir Joensen 59
2-1: Hannus Olsen 68
FS Vágar:
Remigius Mikicionis ? Eyðfinn Fjalsbak, Zylvanius Zudis, Heðin Joensen ? Kim Poulsen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Albert Ari Thomassen, Rimvydas Bakus ? Sonni Johansen, John Johansen
B71:
Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen ? Kári Nielsen, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson- Machael Jørgensen, Eli Hentze, Høgni Hansen