- Viljin at gera mun, ger mun.
Saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum hevur verið til í meira enn hálva øld.
- Tí bjóðar virkið øllum til hátíðarhald á Hulki leygardagin 6. juni.
Skráin fyri hátíðarhaldið verður hendan:
Kl. 10:00: Vaðhorn bjóðar morgunmat
Kl. 11:00: Jógvan Gregersen, stjóri, bjóðar vælkomin og heiðrar 40 ára starvsdagin hjá Jansy Brøðraberg.
Kl. 11.10: Árni Gregersen sigur nøkur orð um bókina.
Kl. 11:30: Torbjørn Jacobsen sigur nøkur orð um Vaðhorn
Kl. 12:00: Pylsuvognur, saltfiskavognur og hoppiborgir lata upp.
Kl. 12:15: Jens Marni spælir á pallinum
Kl. 14:00: Tiltakið endar.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey á Vaðhorn í dag.
##med2##












