Í sambandi við regattuna varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót. Viðkomandi var nakað ov nógv ávirkaður av rúsdrekka og bar seg ófantaliga at. Annars hevur lítið verið hjá løgregluni í sambandi við tiltøkini.
Í Klaksvík vórðu tríggir persónar í nátt burturvístir frá einum skeinkistaði.
Klokkan 21.40 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um eld í einum bili á Velbastaðhálsi. Talan var um ein dieselbil, har eldur var komin í motorrúmið. Tvey fólk vóru í bilinum, men eingin kom til skaða.
Um klokkan 16.15 í gjár fór ein persónbilur út av vegnum oman fyri Vestmanna. Bilurin var á veg úr Vestmanna niðan móti Gassadali, tá ein seyður leyp út fyri bilin.
Bilurin endaði oman fyri vegin. Nógvur mjørki var um Vestmanna og sýnið vánaligt, tá óhappið hendi. Løgreglan fekk boð um hendingina.











