Vágur: Á sama støði sum skúlaárið 2007/08

Hóast talið á børnum í skúlaaldri er minkað mest í Suðuroynni seinnu árini, so fegnast Vágs kommuna um, at talið har er støðugt.

 

Sí greinina fyrr í dag um minking í barnitalinum kring landið her: 

 

in.fo - fyrst og fremst 

 

Vágs kommuna skrivar:

 

Tað er gleðiligt, at fleiri skúlanæmingar leggjast afturat í Vágs Skúla. Vit skulu heilt aftur til skúlaárið 2007/08 tá líka nógvir næmingar vóru í Vágs Skúla, sum tað eru skúlaárið 2021/22.

 

Skúlaárið 2007/08 vóru 229 skúlanæmigar í Vágs Skúla, nú er talið 230 skúlanæmingar, og tað eru 10 fleir enn skúlaárið 2020/21.

 

Vágs Skúli hevur lagt orku í, at skapa eitt sertilboð til næmingar, sum hava tað trupult at fylgja við í vanligu floksundirvísingini, og hetta tilboð hevur virkað serstakliga væl.

 

Í Vágs Skúla húsast eisini Vágs Musikskúli, FabLaB, Vágs Kvøldskúli og Sóljan, sum er partur av barnagarðinum Eikilund, har børnini verða gjørd klár til at fara í skúlan.