- Fyrireikingarnar til jóansøkuna eru í gongd, og dagarnar fram til stevnuna verða merktir av hesum.
Tað siga tey í Vágs kommunu.
- Longu í dag verður parkeringsplássið við SEV-húsið stongt. Hetta er tí, at tjaldið hjá kommununi verður sett upp.
Í Vágs kommunu siga tey, at fólk sum skulu parkera bilin, kunnu brúka hini almennu parkeringsplássini í miðbýnum.
Lagt verður aftrat, at el-bilaløðarin tó verður tøkur at brúka fram til fríggjadagin klokkan 16.












