Valagn, ikki valgflesk - Framtíðin kemur ikki av sær sjálvum

Við málsligari valkvøðu

 

VALAGN: Havi í valstríðnum fleiri ferðir hoyrt orðið, valflesk / valgflesk. Hatta er danskt. Latið okkum heldur brúka ta meiri føroysku myndataluna, valagn. Agn smakkar annars frálíka væl, sigst.

Sagnorðið, at egna, bendist / stavast: egna- egnir- egndi-egndu-egnt.

FRAMTÍÐIN: Í valstríðnum segði / skrivaði onkur, at framtíðin kemur av sær sjálvum. Tað er ikki rætt. Framtíð er kvennkyn, og tí eiga vit at siga / skriva: Framtíðin kemur av sær sjálvari (kvennkynsending). Onkur segði tað tó rætt.

FORMANSRUNDA: Har er talan um fleiri formenn. Man tað ikki eita formannaumfar? (manna, hvørsfall fleirtal).

ENSKT / DANSKT í valstríðnum: Eina sera skilagóða valgrein sá eg í bløðunum um enskt / danskt í skúlanum. Ein ungur tjóðveldismaður, sum eitur Rógvi, mælti til at býta enskt og danskt um, soleiðis at vit hava meira enskt og minni danskt.

Hatta eru vísdómsorð. Danskt er hent og neyðugt at duga; men vit brúka alt ov nógvar tímar til eitt mál, sum nógvir skúlanæmingar longu duga, tá teir koma í 1. flokk (teknifilmar o.s.fr.).

Enskt, altjóðamálið, sum ikki liggur so tætt upp at føroyskum, er alneyðugt at duga betur.

VALGRESULTATIÐ: Eg meini valúrslitið. Ja, úrslitið gjørdist, at sambandsflokkarnir báðir einans fingu um 40% tilsamans. Man tað fara at gagna móðurmálinum og málrøktini? Ups, politisk málrøkt! (Hví koma valúrslitini so seint av Argjum og úr Klaksvík?).

RÆTSSIKKURHEIT og MIÐFLOKKAFÒLK: Nógv siga og skriva framvegis miðflokkafólk. Talan er um ein Miðflokk. Miðfloksfólk er tískil tað rætta.Eingin sigur Sambandsflokkafólk.

Rætssikkurheit, segði onkur. Rættartrygd er føroyska orðið. Hugsi nú um Jenis av Rana. Mundu vit, føroyingar sum heild, gjørt meir vart við okkum, um tað var onkur annar politikari ella annar persónur, sum noyddist at bíða so leingi í óvissu eftir útlendska dómsvaldinum í Føroyum?!?

RUNDKOYRING: Góð mynd hjá Høgna um samgonguna. Men tað ber ikki til at ákæra løgmann fyri at koyra til høgru í rundkoyringini. Í eini rundkoyring koyra vit til vinstru!

L-FLOKKURIN: Framúrskarandi verkætlan hjá unga argjamanninum og hansara ungu hjálparum í Hoydølum. Til lukku! (Hoydalaflokkur, ikki Hoydalsflokkur).

 

Stemmaði tú á valginum? Eg meini:Atkvøddi tú á valinum?

 

E. S. Takk fyri málkvøðuna úr Bangkok, Jón G!

Takk fyri málkvøðuna, Kai!

Á Borg á Argjum á brøðramessu 2007