Valdemar farin aftur at baka

Týsdagin í farnu viku kundu sørvingar aftur keypa heimabakað breyð í heimbygdini. Tá fór royndi bakarin, Valdemar Simonsen í Sørvági undir handverk sítt enn einaferð Árla á morgni henda týsdagin var Valdemar á fótum. Við váttanini frá Starvsstovuni í einu hondini og deigginum í hinari, var klárt at fara til verka: Bakaríið hjá Valdemari var byrjað aftur.

Fyrstu rugbreyðini, fransbreyðini og omega-breyðini vórðu kvikliga tikin úr ovninum, og við bili send til handlar í Vágum, Vestmanna og í Havn.

Fólk í bygdini høvdu helst havt ein varhuga av, at okkurt var í ger ? ella gerð ? í handilshølunum mitt í Sørvági. Og stór var frøin, tá tey nú aftur kundu keypa heimabakað breyð í heimbygdini.

- Telefonin hevur ringt rættiliga ofta í morgun. Øll ringja og takka fyri, at bakaríið nú lat upp aftur. Ein eldri kona ringdi fyri løtu síðani og segði, at hon hevði ikki etið ordilig breyð í langsamiliga tíð.

- Hon segði, at hon hevði keypt breyð frá mær og kundi eta tey, uttan at neyðugt var at taka gebissið úr. Tey vóru bæði góð og bleyt, og ikki so hørð og turr sum hini. Nú hevði hon ongar trupulleikar at eta tey, sigur Valdemar og flennir hart.

Eitt skifti vóru trý bakarí í Vágum, men síðani í august hevur einki verið. Nú fáa fólk aftur møguleika at keypa breyð frá Valdemari, fleiri ár eftir at hann bakaði sítt seinasta breyð.