Valdemar er sonur Ellen, f. Erlingsson, ættað úr Fámjin, og Mogens Lützen í Havn.
Sum 16 ára gamal fór hann í 1949 til Danmarkar í Handilslæru. Leiðin gekk til Holbæk, har hann stóð í læru hjá handilsfyritøkuni "Bjørns Efterfølger" Eftir lokna skúlatíð fór hann til Newcastle í Onglandi, har hann arbeiddi sum skrivstovumaður í eitt tíðarskeið. Í 1953 flutti hann so til Føroyar at føra familjufyritøkuna Valdemar Lützen víðari. Hetta gjørdi hann m.a. við at opna handilin niðri í Vágsbotni 1 .desember 1953.
Valdemar hevur havt fleiri nevndarstørv, eitt nú á Føroya Handilsskúla og í Prísráðnum. 1. desember 1976 bleiv hann franskur konsul í Føroyum, eftir at pápin, Mogens Lützen, legði frá sær, hetta starv røkti hann til hann fylti 70 ár.
Valdemar giftist í 1959 við Nannu, f. Heinesen, úr Brekkuni, í Klaksvík.
Nanna og Valdemar eiga fimm børn, tey eru: Elin, sum býr í Hoyvík, Halldis, sum býr í Havn, Sunniva og Valdemar, sum bæði búgva í Danmark, og Høgni, sum býr í Havn. Tey eiga eisini sjey ommu- og abbabørn.
Valdemar er fjórði persónur, sum hevur starvast hjá P/f Valdemar Lützen í 50 ár. Fyritøkan fyllir 100 ár í 2004.
Móttøka var í gjár, fríggjadagin 5. september, á skrivstovuni hjá P/f Valdemar Lützen á Skálatrøð.










