Tað vindur meiri og meiri upp á seg at feira Valentindagin. Tað sigur Nomi á Hvítanesi, sum arbeiður í blómuhandlinum Orkis á Glyvrum.
Tey selja nógvar rósur bæði sum bukettir, í posa og í fløskum.
Tað eru mest ungir menn sum koma inn at keypa, og alt sum er reytt er rætt, sigur Nomi.
Á Hotel Hafnia hava tey eina serliga Valentinmeny.
Vit hava eina tríggja-rætta matskrá sum er serliga lekkur. Desertin er ein masarinkaka við berum, nougatine og vaniljmousse, siga tey úr køkinum á Hafnia.
Tey hava havt eina Valentinmeny í trý ár, og undurtøkan er góð.
Millum 50-80 fólk plaga at koma, tey flesu sum pør, sigur Petur Hentze á Hotel Hafnia.
Borðini eru dekkaði við reyðum rósum.
Vígdi í loyndum
Søgurnar aftan fyri Valentinusdagin eru fleiri, men ein tann kendasta er, at tað var ein djarvur italienskur prestur, sum æt Valentius, sum vígdi forelskað pør í loyndum, eftirsum kaisari Claudius II hevði forboðið giftarmál millum ung fólk.
Valentius bleiv uppdagaður og koyrdist í fongsul, og bleiv seinni hálshøgdur. Áðrenn hann doyði fekk hann tokka til dóttur fongavørðin og skrivaði henni eitt kærleiksbræv, sum han undirskrivaði við »Tín Valentin«.
Hann skal eisini hava sagt hetta, áðrenn hann doyði: »Tit skulu ikki syrgja meg, men gleði tykkum, at tit eru maður og kona, tí kærleikin er ein dýrabarur skattur, dýrabarari enn sjálvt lívið«.
Alt hetta hendi í Rom ár 269 e. Kr.
Siðvenjan við at feira Valentin byrjaði í Englandi og Frankaríki longu í 1300-talinum. Gávur og kærleiksbrøv hoyrdu til mátarnar at vísa sín kærleika.
Í 1900-talinum gjørdist tað eisini stórt í USA, og tað er tann vegin, siðvenjan er komin til Norðurlond.
So tey sum pástanda, at Valentinedagurin er enn ein ávirkan úr USA, fara skeiv hetta er ein evropeisk siðvenja, sum amerikanarar hava tikið til sín, og sum nú er á veg til okkara umvegis USA.
Fakta
Mátar at feira Valentindagin og gleiða mannin/konuna:
Keyp eina rósu
Send eitt kort
Bjóða henni/honum ein góðan matabita antin heima ella úti
Keyp eitt sjokulátahjarta
Keyp eina bamsu sum sigur »Eg elski teg«
Send eitt kerligt sms ella e-bræv