Valkyrjurnar halda kvinnudagin

8. mars er altjóða kvinnudagur. Valkyrjurnar í Suðuroy halda dagin – leygardagin 5. mars – við tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri kl.15.

Vit fáa vitjan av trimum kvinnum, sum fara at mynda okkum dagin.

 

Fiskepigernes Fagforening 100 ár – ein føðingardagsheilsan, Valkyrjurnar

 

Feminisma í fýra bylgjum – Valkyrjurnar

 

Annika Olsen, politikari, hugleiðir um solidaritet millum kvinnur í politikki, arbeiðsmarknaðin viðvíkjandi lønarlagi og kynsbýti, hvussu vit megna at gagnnýta útbúgvingar og førleikar hjá kvinnum, hví kvinnur eru undirumboðaðar í leiðslustørvum, nevndum, landsstýri og hvussu vit fáa fleiri kvinnur at gerast virknar í politikki!

 

Ingilín Strøm, løgtingskvinna, hugleiðir um javnstøðu/manglandi javnstøðu, um veðurlagspolitikkur er vorðin kvinnu- og ungdómspolitikkur burturav, um vit í Føroyum hava brúk fyri #metoo, og um tað er nóg mikið at tosa um javnstøðu millum tvey kyn (m/k) í 2022!

 

Lív Næs hevur við sínum tónleiki og tekstum ríkað okkum altjóða kvinnudagin í fleiri ár, og tað fer hon aftur at gera í ár.

 

Ein góðan te-/kaffimunn við køku skulu vit eisini hava!

 

Vit vilja fegnar, at fólk tekna seg til haldið á facebook ella á tlf. 287810 (Anna Mortensen) í seinasta lagi 1. mars.

 

Kelda: Suðurrás